Heimasíðan hjá Føroya Ríðingafelag hevur hitt Poul Mohr, sum er einasti núlivandi reiðmaðurin, sum var við til fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna í 1942.
Poul Mohr greiðir frá, at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942.
- Teir, ið løgdu ráð hetta kvøldið, vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin, gekk fremst við merkinum, honum á baki kom Frelsunarherurin við hornblástri, og so komu reiðfólkini.
- Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið. Haðani fór skrúðgongan so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfólkið skuldi vera væl ílatið. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.
Hetta bleiv byrjanin til ólavsøkusetana sum vit kanna hana í dag, Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni. Seinni komu so onnur ítróttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin, at fremsti flaggberin er reiðfólk, er enn tann dag í dag galdandi.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Føroya Ríðingafelag.