Poula Eidesgaard er sett sum nýggjur leiðari á dagstovninum Brúsa í Leirvík. Tað boðar Eysturkommuna frá á heimasíðu síni.
Poula er námsfrøðingur við leiðsluútbúgving, psykoterapeutur og hevur arbeitt sum leiðari í 18 ár. Eysturkommuna upplýsir, at hon seinastu árini hevur arbeitt sum leiðari innan dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.
Nýggi leiðarin tekur við starvinum eftir Jóhannu Vest, ið hevur verið leiðari á dagstovninum síðan 2015. Eftir ætlan byrjar Poula Eidesgaard í nýggja starvinum 20. mai.

Poula nýggjur leiðari á Brúsa

