- Poula Michelsen Kass er sett í starv sum ráðgevi hjá Fakfelagssamstarvinum, sum umboðar seks fakfeløg. Ráðgevin skal virka fyri at fremja felags áhugamál hjá limunum í teimum seks limafeløgunum og arbeiða fyri at geva feløgunum størri ávirkan.
Tað skrivar Fakfelagssamstarvið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.
Poula Michelsen Kass er sett í fast starv eftir, at Fakfelagssamstarvið í fjør setti eitt persón í avmarkað tíð. Tann royndi eydnaðist so mikið væl, at avgjørt varð í vetur at søkja eftir einum ráðgeva, ið skuldi setast í fast starv.
Poula Michelsen Kass er úr Havn. Hon hevur útbúgving sum marknaðarføringsøkonomur og HD í organisatión og er í løtuni um at vera liðug sum master í løgfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Hon arbeiddi í átta ár í Bank Nordik. Fyrst sum marknaðarleiðari, síðani sum stjórnarráðgevi og til endans sum starvsfólkaleiðari. Harafturat hevur hon havt nevndarsessir í handils- og vinnulívinum.
Millum uppgávurnar hjá 40 ára gomlu Poulu Michelsen Kass verður at greina samfelagsviðurskifti og útvega feløgunum dátugrundarlag í mun til fakfelagsligar spurningar, umframt at hon skal menna og útinna kunningarætlanir og vera sparringspartnari hjá fakfelagsleiðslununum, tá talan er um at menna fakfelagsligar strategispurningar.
Tey seks feløgini í Fakfelagssamstarvinum eru Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið.