Poulsen til Sevilla

Danski landsliðsspælarin og fyrrverandi liðfelagin hjá Toda Jónsson í FCK, Christian Poulsen, skiftur eftir summarsteðgin til spanska Sevilla. Nógv hevur verið gitt um framtíðina hjá Poulsen, og eitt nú helt spanska Villareal uppá, at teir høvdu eina avtalu við spælaran. Seinni komu tó bæði Inter og Milan við í leikin, men nú verður tað altso hjá spnsku UEFA-Cup vinnarunum, at Poulsen skal royna seg.