Prógv um at ásetingin ikki virkar

- Hetta týður uppá, at ásetingin um 18 ára aldursmark á at keypa sigarettir ikki virkar. Skulu vit náa málsetninginum, um at eingin eftir árgang 2000 skal byrja at roykja, so mugu vit til arbeiðis, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, um kanningina hjá Sosialinum

Rógvi Nybo

Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe, er greiður á málinum, tá vit leggja úrslitið av okkara kanning fram fyri honum.
- Hetta prógvar okkara poeng. Vit hava eitt problem við at útvið 20 prosent av teimum 15 ára gomlu roykja vanligt, og hetta vísur bara, at tað er rættiliga lætt tilgongiligt hjá teimum at fáa fatur á, sigur Pál Weihe.
Kanningin hjá Sosialinum vísti, at ein genta, sum júst er fylt 16 ár, uttan at verða spurd um prógv slapp at keypa sigarettir í øllum teimum fjúrtan handlunum í Havnini, sum vit kannaðu.

Mælir til loyvisskipan
At ásetingin um, at tað ikki er loyvt at selja sigarettir ella tubbak til fólk undir 18 ár, ikki verður hildin, vísur, at tað møguliga er neyðugt við øðrum skipanum.
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe, heldur at ein loyvisskipan, har handlarnir í prinsippinum kunnu missa loyvi til at selja sigarettir, um teir ikki halda ásetingina, kundi verið eitt stig á leiðini.
- Men tað er ikki nokk, bara at gera tað. Vit hava brúk fyri øllum góðum loysnum, skulu vit náa málsetninginum hjá Fólkaheilsuráðnum. Gamaní kunnu vit blíva við at upplýsa, men tey 15 ára gomlu vita útmerkað, at tað er heilsuskaðiligt at roykja. Tey síggja bara ikki rokningina, tí hon kemur fyrst um fleiri ár. Tí má okkurt gerast, sigur Pál Weihe.
Sambært stjóranum í Arbeiðseftirlitinum, sum umsitur lógina, og sum í síðstu viku tosaði við Kringvarp Føroya um júst hetta, hava teir ikki orku til at kanna, um ásetingarnar verða hildnar.
- Men er orkan ikki til staðar, má hon skaffast, sigur Pál Weihe í ávísing til politisku skipanina, sum situr við evsta valdinum á økinum.

rogvi@sosialurin.fo