PR Højgaard og etikkur

Til Føroya Sparikassa!
Tit eru mín peningastovnur, sum hevur Per Højgaard, kunningarráðgeva, í starvi. Tí haldi eg tit skulu vita hetta:

Tíðindaskrivið, sum løgmanskrivstovan skrivaði um meg og Grækaris, var skrivað av tykkara kunningarráðgeva. Eftir persónligari avtalu við Anfinn Kallsberg, løgmann, valdi tykkara kunningarráðgevi at spilla meg og Grækaris út fyri pengar úr privatu lummunum hjá løgmanni.
Per Højgaard gekk runt til redaktiónirnar á Dimmu og Sosialinum við tykkara sparikassablaði í hondini. Eisini vitjaði hann sjónvarpið og útvarpið í somu ørindum. Harafturat ringdi hann til fleiri av journalistunum. Sparikassablaðið var høvið hjá honum at royna at sannføra redaksjónirnar um, at tíðindaskrivið, sum hann hevði skrivað fyri løgmann skuldi brúkast. Tykkara kunningarráðgevi gekk runt og gjørdi spinn-arbeiði fyri løgmann. Tað hevði verið í lagi, um hann hevði spælt við opnum kortum og sagt, at hann var spinn-doktari hjá løgmanni. Men tað segði hann ikki eitt orð um. Hann brúkti sparikassablaðið, sum høvi. Eg vil gera mín peningastovn varugan við, at hetta er brot á vanligar etiskar reglur ? ikki at siga nær man er í journalistiskum arbeiði.
Í tíðindaskrivinum, sum Per Højgaard skrivar fyri løgmann, skrivar hann um keldulistan í bókini »Skjót journalistin«. Sigur at vit bara hava tosað við mótstøðumenn hjá løgmanni. Per Højgaard velur við vilja ikki at skriva í tíðindaskrivinum, at vit hava tosað við Jørgen Niclasen, partamann hjá løgmanni. Samstundis, sum eg takki mínum peningastovni fyri kreditt í mánaðirnar, eg havi skrivað, skal eg siga, at tað ikki er góður etikkur bara at taka nøkur nøvn burtur úr, tá man endurgevur ein lista.
Per Højgaard skrivar fyri løgmann, at man ikki skal brúka loyniligar keldur. Eg haldi, at í summum førum kann tað vera neyðugt. Í tí sambandinum vil eg minna mín peningastovn um, at júst Per Højgaard, tá hann sendi av Christianborg, var ein av ídnastu brúkarum av loyniligum keldum. Eg haldi tað var í lagi, men haldi tað vera løgið, at hann nú ikki vil kennast við henda vanliga arbeiðshátt hjá journalistum.
Umframt at brúka sparikassablaðið, sum høvi, so hevur Per Højgaard, uttan at siga sína veruliga orsøk ringt til útvarpsfólk og sjónvarpsfólk í eini roynd at fáa tey at brúka tíðindaskrivið, sum hann hevur skrivað.
Per Højgaard er í privatari vinnu, so hann kann gera, hvat hann vil. Kortini vil eg gera mín peningastovn varugan við, at tað ikki er sambært vanligum journalistiskum reglum ikki at siga í hvørjum ørindum, man arbeiðir.
Tað næsta verður helst, at Per Højgaard sigur ja til at ummæla bókina í útvarpinum.

PS: Jørgen Niclasen váttaði hósdagin fyri mær, at tað var skeivt, tá hann hevði sagt, at hann ikki visti, hvat mín samrøða við hann skuldi brúkast til. Hann viðgekk, at hann hevði mistikið seg.