Prísirnir á bensini og olju eru enn á veg uppeftir

Sambært metingum er vandi fyri, at prísirnir fara enn longur upp

Tað er onki nýtt, at føroyingar hava ilskast, hvørja ferð, teir eru farnir á eina støð at fylla sær tangan.

Men nú ber av, tí so vítt, vit hava fingið uppspurt, hevur hvørki bensinið, ella dieseloljan nakrantíð kostað meiri enn tey gera í løtuni.

Í løtuni kostar ein litur av blýfríum bensini hjá Shell 8,73 krónur og kaliumbensinið kostar 8,86 krónur fyri liturin.

Og tey eru mong, sum meta, at prísirnir fara enn longur upp.

Stjórin á Shell í Føroyum, Hákun Djurhuus, sigur, at teir eru ikki so fegnir um at spáa ov nógv um framtíðina.

Men hóast Hákun Djurhuus ikki ger so nógv av at meta um framtíðina, so sigur hann gongdin í Føroyum fylgir gongdini aðrastaðni, tí hetta er ikki ein sjálvstøðugur marknaður.

Men eftir spádómum úr øðrum norðurlondum, er fryktandi fyri, at prísirnir fara enn longur upp og teir kunnu fara heilt upp um níggju krónur fyri liturin.

Seinast bensinið fór upp, var 18. mai, tá ið tað dýrkaði 10 oyru liturin.


Tvær krónur í trý ár

Sostatt kann staðfestast, at bensinprísirnir eru nógv hækkaðir seinasti árini. Tilsamans eru prísirnir hækkaðir einar tvær krónur hesi seinastu trý árini.

Tá ið blýfría bensinið var dýrast í 1997, kostaði tað 7,96 krónur, í 1998 kostaði tað 7,64 og í fjør kostaði tað 8,11 krónur.


Sama gongdin

Sama gongdin hevur verið í dieseloljuni, tí nú kostar hon 4,50 fyri liturin úr tanganum, og hetta er tað mesta, hon nakrantíð hevur kostað.

Seinast dieseloljan hækkaði, var eisini 18. mai, tá ið hon dýrkaði 4 oyru liturin.


Oljan 10 oyru ov dýr

Tað eru ikki bara bileigarar, sum merkja sviðan av hækkandi olju- og bensinprísum, tað gera húsarhaldini so sanniliga eisini.

í Løtuni kostar ein litur at húsarhaldsolju frá Shell 3,60 krónur fyri liturin.

Tá ið hon ksotaði mest í fjør, kostaði hon 3,31 krónur fyri liturin og í 1998 kostaði hon 2,97, tá ið hon var dýrast.

Men 1998 var eisini árið, tá ið oljuprísirnir botnaðu, og tá ið hann var lægstur í 1998, kostaði húsarhaldsoljan 2,56 krónur fyri liturin.

Herfyri samtykti Løgtingið at leggja oljuavgjaldið fast á 80 oyru fyri liturin og tað hevur sína ávirkan á prísin.

Hevði gamla skipanin verið galdandi, hevði prísurin á húsarhaldsolju verið umleið 10 oyru bíligari fyri liturin enn hann er.

Fyrr var oljuavgaldið nevniliga ásett alt eftir, hvussu nógv oljufeløgini keyptu oljuna fyri, og jú hægri prísurin var, jú lægri varð avgjaldið.


Samanfallandi orsøkir

Hákun Djurhuus sigur, at tað eru fleiri samanfallandi orsøkir til, at oljuprísirnir eru blivnir so høgir.

?Í høvuðsheitum er talan um útboð og eftirspurning, so tá ið minni er til, dýrkar oljan.

Hinvegin hevur dollarin bara gingið uppeftir og uppeftir og tað ávirkar eisini prísin, tí olja verður keypt í dollarum. Og harafturat økist nýtslan av bensinið um summari, so tað er ikki óvanligt, at prísurin fer upp um summarið.