Prísurin á hýsu ikki lágur í Føroyum

- Alt í alt hevur føroysk hýsa fingið toppprís hesa vikuna, sigur føroyskur fiskakeypari.

 

Føroyskir fiskakeyparar halda ikki, at prísirnir á hýsu eru lágir í Føroyum. Teir halda hinvegin, at prísurin hevur verið í toppi hesa vikuna.

 

- At hýsa, seld í Føroyum, hesa vikuna hevur fingið umleið 15 krónur í miðal fyri kilo, er fantastiskt. Eingin skrivaði mánadagin, at hýsa tá fekk yvir 30 kónur í miðal fyri kilo.

 

Tað sigur fiskakeypari, sum hevur vent sær til In.fo. Hann vísir á, at tað er heimsmarknaðurin, sum avger prísin á hýsu í Føroyum.

 

- Vit mugu hugsa um, at norðmenn og íslendingar selja hýsu fyri umleið 14 krónur fyri kilo, leverað í Bretlandi til levering í komandi viku.

 

Fiskakeyparin sigur, at hóast hetta keypa føroyskir keyparar hýsu fyri meira enn 15 krónur fyri kilo til levering í komandi viku.

 

- Tað eru slík ting og viðurskifti, sum føroyingar eisini eiga at hyggja eftir. Alt í alt hevur føroysk hýsa fingið toppprís hesa vikuna.

 

Lagt verður aftrat, at umframt prísin, skulu fiskakeyparar í Føroyum gjalda fyri ís, kassar, pakking, koyring í Føroyum og frakt til Bretlands.