Prísurin á húsum í Havn er hækkaður 35 prosent

– Og á bygd er prísurin hækkaður 50 prosent, men í Sandoy og í Suðuroy lækka prísirnir

Næstan helmingurin av teimum, ið flyta úr útlondum, búseta seg í miðstaðarøkinum. Somuleiðis setur triða hvørt fólk, ið flytir millum bygdir og býir í Føroyum, seg niður í Tórshavn. Tað staðfestir Landsbankin, sum nú hevur gjørt eina greining av gongdini í sethúsaprísinum kring landið.

 

Landsbankin staðfestir, at bústaðarprísirnir hækka, tá ið eftirspurningurin er størri, enn útboðið. Og tað sæst eisini, at húsaprísurin er hægst í Havn, ið eisini er ta økið, sum hevur havt nógv størstu tilflytingina gjøgnum árini.

 

Men Landsbankin sigur, at ábendingar eru um, at gongdin er við at venda. Høgu sethúsaprísirnir í Havn, og arbeiðið við at gera tunnil millum Eysturoy og Streymoy, hava ført til, at fleiri heldur seta seg niður á plássunum við tunnilsmunnarnar, har tað framvegis er bíligari enn í Havn. Tølini vísa eisini, at størsta príshækkingin á sethúsum hetta seinasta árið, hevur verið í teimum størru bygdunum.

 

Hvussu gongdin í sethúsaprísum fer at vera frameftir, er eisini treytað av tilflytingini, bæði úr útlondum og flytingini ímillum bygdir og býir í Føroyum.

 

Eitt nú ávirkar mongdin av nýbygging og grundstykkir, útboðið av bústøðum, men broytingar í fólkasamanseting, inntøku, arbeiðsloysi, rentustøði, og búskapargongdin annars, hava eisini ávirkan á eftirspurningin.

 

Í árunum upp undir fíggjarkreppuna, sum tók seg upp ímóti heysti 2008, gjørdu sethúsaprísirnireitt eitt stórt lop uppeftir. Bara í árunum frá 2004 til 2007 hækkaði miðalprísurin á einum sethúsum í høvuðsstaðnum meiri enn 40 prosent, og í smærri bygdum hækkaði prísurin meira enn 50 prosent. Síðani lækkaðu sethúsaprísirnir aftur millum 20 og 40 prosent.

 

At smærru bygdirnar –uttan bygdirnar í Sandoy og Suðuroy– hava havt størri vøkstur í sethúsaprísum enn í Tórshavn áðrenn fíggjarkreppuna, kemst millum annað av, at smáar bygdir beint uttan fyri Tórshavn – til dømis Velbastað – telja við í hesum bólki, og toga tískil miðalprísin fyri smærri bygdir munandi upp.

 

Seinastu fimm árini er líkist gongdin rættiliga nógv gongdini upp undir fíggjarkreppuna. Frá 2013 til í dag, eru sethús og íbúðir í Havn dýkrað eini 35 prosent og príshækkingin hevur verið heili 50 prosent í nøkrum av størru bygdunum í meginøkinum. Uttan iva er tað tí at fólk vænta, at undirsjóvartunnilin kemur ímillum Skálafjørðin og Streymoynna.

 

Í smærri bygdunum eru sethúsaprísirnir hækkaðir 17 prosentum, men í Sandoy og Suðuroy er gongdin tann øvugta, tí Har eru sethúsaprísirnir lækkaðir 17 prosent síðani 2013.

 

Burtursæð frá óvanliga stórum hækkingum í sethúsaprísum í nøkur fá ár upp undir fíggjarkreppuna, er talan um eina meira javna og støðuga hækking í prísunum frá 1994 fram til í dag, sigur Landsbankin.