Kyndil vann mansfinaluna í Faxe Kondi kappingini, sum var spæld í høllini á Hálsi í Havn.
Kyndil vann so greitt sum 24-17. Í steðginum var Kyndil á odda 12-9. Kyndil spældi framúr væl, ikki minst í verjupartinum, og málverjin, Jan Pauli Toft Johannesen stóð framúr væl.
Bartal Klein Olsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við seks málum. Mark Marcher var toppskjútti hjá H71 við fýra málum.
Aftaná dystin prátaði Tróndur Arge beinleiðis á Rás2 við venjarar, spælarar og ein fjeppara hjá Kyndli.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátini í hesari raðfylgjuni:
1) Julian Johansen, venjari
2) Rókur Akralíð
3) Høgni Klein Olsen
4) Tummas Pauli Hanusarson
5) Høgni Klein, hjálparvenjari
6) Hjalti Mohr Jacobsen
7) Eirikur Simonsen
8) Josef Abrahamsen, fjeppari og gamal spælari
9) Steypahandanin
Ein samandráttur av mansfinaluni, sum Tróndur Arge segði frá, og ein samanumtøka hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá H71, Sonni Larsen hoyrist HER