Próvtøkur á Sjómansskúlanum

Hósdagin 16. juni 2005 fingu skiparar, skipsførarar og ein heimaskipari prógv á Føroya Sjómansskúla.

Skipsførarar, f.v.: Ragnar Absalon Absalonsen,Tórshavn, Arnfinn Jacobsen, Fuglafjørður, Niels Pauli Einarson Justinussen, Leirvík, Jákup Eli Lauritsen, Mykines, Rógvi Magnusson, Haraldssund, Kjartan Mohr, Tórshavn, Magnar Haldur Næs, Hvalba, Tóki Róin, Fuglafjørður, og Sámal Sivertsen, Klaksvík.

Virðislønir: Sámal Sivertsen fekk sekstant frá Skipara & Navigatørfelagnum
og gullur frá A.P. Møller, Magnar Haldur Næs fekk pennasett frá Søfartens
ledere, og Arnfinn Jacobsen fekk klokkusett frá Skipafelagnum Føroyar.