Ígjár var tað kunngjørt, at Real Madrid fer komandi kappingarár at leiga út unga norska bóltsnillingin, Martin Ødegaard, so tann bert 16 ára gamli Ødegaard kann fáa meiri spælitíð á høgum støði, og fáa fleiri royndir.
Ígjár spældi Martin Ødegaard saman við norska A-landsliðnum venjingardyst ímóti Svøríki. Ein dystur sum endaði 0-0, men har Martin Ødegaard var besti maðurin á norska liðnum.
Norskir miðlar skriva nú, at Premier League felagið, Southampton ætlar at leiga Martin Ødegaard til komandi kappingarár.
Er tað nakar høvuðsvenjari, sum dugir væl at menna ungar spælarar, og samstundis torir at geva hesum ungu monnunum møguleikan, so er tað Ronald Koeman, høvuðsvenjari hjá Southampton. Ronald Koeman ímyndar sær Martin Ødegaard í leiklutinum, sum "playmakari", og ætlar, at ungi norski bóltsnillingurin skal fáa nógva spælitíð í Southampton komandi kappingarár.
Rafael Benitez, høvuðsvenjari hjá Real Madrid vil tó helst, at Martin Ødegaard verður leigaður út til eitt felag í Spania.