West Ham er í holt við at keypa Manchester United talet, Chelsea hevur keypt ungan leikara úr Belgia, Djibril Cisse er aftur í Onglandi og er Tottenham í ferð við at keypa ein leikara, sum so seint sum í dag skal spæla móti teimum.
Flytingarvindeygað letur aftur í kvøld klokkan 23, umframt at fimm dystir eru á skránni. Tí eru allir fótbóltsmiðlar á gosi við søgum um møguligar flytingar.
Ravel Morrison til West Ham
Sky Sports veit at siga, at evnaríki Manchester United leikarin, Ravel Morrison, í hesi løtu er í West Ham fyri at skriva sáttmála við London felagið. Ravel Morrison vil ikki skriva nýggjan sáttmála við Manchester United og Sir Alex Ferguson hevur alment sagt, at lønarkravið hjá ungan leikarunum er ov høgt.
Kevin de Bruyne til Chelsea
Sky Sports veit eisini at siga, at Chelsea hevur keypt 20-ára gamla Kevin de Bruyne. Hann skiftir til felagið frá Racing Genk, sum var í bólki saman við Chelsea í Champions League í ár. Sky Sports vil verða við, at Chelsea hevur leingi verið áhugaðir í belgiska vonginum. Prísurin verður mettur at verða um 60-90 milliónir krónur. Hann verður fyribils útleigaður aftur til Racing Genk restina av kappingarárinum.
Cisse aftur til Premier League
Fyrrverandi Liverpool framherjin, Djibril Cisse, verður aftur at finna í Premier League. Hann skiftur sambært bretskum miðlum til Queens Park Rangers frá italska Lazio. Fraklendingurin er eftir hondini blivin 30-ára gamal.
Mark Hughes, venjari hjá QPR, segði eisini á tíðindafundi í gjár, at felagið ikki fer at keypa Blackburn miðverjan, Christopher Samba, hóast hesin hevur alment sagt, at hann vil vekk úr felagnum.
Hugo til Tottenham?
Er tað møguligt at Hugo Rodallega í kvøld spælir móti Tottenham, fyri síðani at far av vøllinum og skriva sáttmála við mótstøðuliðið? Well, tann spurningin spyr Sky Sports eisini, sum sigur seg vita, at tað er áhugi fyri Wigan framherjanum í Tottenham.
Talan er í um ein sera hendingaríkan dag fyri Tottenham venjaran, Harry Redknapp. Hann er í rættinum skuldsettur fyri skattasvik, skal seinni standa á odda fyri Tottenham í dystinum móti Wigan, umframt at flytingarvindeygað letur aftur klokkan 23.
Manchester City hevur einar tveir leikarar í hópnum, sum eru dýrir í løn, men ikki sleppa at spæla so nógv. Ein teirra er Wayne Bridge, sum sigst verða á veg til Sunderland fyri restina av hesum kappingarárinum.
Manchester City
Hin er Carlos Tevez, sum fleiri miðlar royna at seta í samband við Liverpool, men felagið avsannar at nakað er um søguna.
Roma hevur váttað fyri Sky Sports, at Manchester City eru í samráðingum við David Pizzaro, sum er ein miðvallari úr Kili.
Everton hevur leingi leitað eftir einum framherja og nú tykist greitt, at Nikica Jelavic verður maðurin, ið skal skjóta málini fyri Liverpool felagið. Rangers framherjin er í Liverpool til læknakanning.
Higartil er góðar 250 milliónir krónur brúktar í Onglandi í januar flytingarvindeyganum.
Premeir League í dag:
Everton Manchester City (20:00)
Manchester United Stoke (20:00)
Swansea Chelsea (19:45)
Tottenham Wigan (19:45)
Wolves Liverpool (19:45)