Besta enska fótbóltsdeildin er nakað av tí besta sjónvarpsundirhaldinum, sum finnist, og tað sæst aftur í keypinum av rættindunum til at vísa hesar dystir. BSkyB og írska felagið Setanta hava keypt rættindini til Premier League fyri árini 2007 til 2011, og tað skuldu feløgini gjalda 18 milliardir krónur fyri. Hetta er ein príshækking á 65 prosent síðani seinasta keypið. BSkyB stóð fyri 14,3 milliardum av keypinum, meðan Setanta keypti fyri 4,26 milliardir.