Premier League setti nýtt met

Ongantíð áður hava feløgini í Premier League brúkt so nógvar pengar uppá keyp av leikarum

Í gjárkvøldið á midnátt lat enska flytingarvindeygað í fótbólti aftur. Tað, ið stendur eftir er, at feløgini í Premier League ongantíð áður hava brúkt so nógvar pengar, sum tey hava gjørt hetta flytingarvindeygað.

 

Ein av orsøkunum til at tey ensku feløgini hava lagt so nógv fyri við at keypa leikarar, er tann, at feløgini í Premier League hava fingið nýggjar risa sjónvarpsavtalur.

 

Manchester United er tað felagið í Premier League, ið hevur brúkt flestar pengar hetta flytingarvindeygað. Manchester United hevur brúkt gott og væl 1,4 milliard krónur uppá keyp av leikarum hetta summarið.

 

Samanlagt hava feløgini í Premier League í summar keypt leikarar fyri umleið 7,8 milliardir krónur. Hetta er nýtt met í enskum fótbólti. Til fyrrverandi metið var keypt leikarar fyri 5,9 milliardir krónur.

 

Harafturat gjørdist Angel Di Maria somuleiðis tann tann dýrasti leikarin, ið nakrantíð er keyptur til Premier League, tá hann fyrr í summar skifti frá Real Madrid til Manchester United. Manchester United rindaði umleið 550 milliónir krónur fyri argentinska leikaran.

 

Orsøkin til at prísirnir eru so nógv øktir í Premier League er tann, at feløgini allatíð fáa størri stuðulsavtalur. Síðsta kappingarár fingu tey flestu feløgini í Premier League 230 milliónir krónur meir í stuðulsavtalum, enn tey gjørdu í 2012/2013.

 

Samanborið við onnur lond, so keyptu feløgini í LA Liga leikarar fyri 4 milliardir krónur í summar, liðini í Serie A keyptu fyri 2,4 milliardir krónur, meðan liðini í týsku Bundesliguni keyptu leikarar inn fyri 2,3 milliardir krónur í summar.