Premier League spælari dømdur seks ára fongsulsrevsing

Fyrrverandi enski landsliðsleikarin er funnin sekur í kynsligari samveru við eini gentu undir seksuella lágaldurin.

Fyrrverandi enski landsliðsleikarin Adam Johnson er dømdur seks ára fongsulsrevsing fyri kynsliga samveru við eina 15 ára gamla gentu og fyri at hava manipulera hana ella fyrireika hana til at hava kynsliga samveru við sær, tað, sum á enskum kallast grooming. Seksuelli lágaldurin í Onglandi er 16 ár.

 

Hann var ákærdur fyri í trimum førum at hava havt kynsliga samveru við eitt barn, umframt fyri grooming. Adam Johnson játtaði seg sekan í at hava mussað gentuna í bilinum hjá sær eina ferð. Hann játtaði seg eisini sekan í at hava sent henni hundraðtals boð umvegis sosialar miðlar, sum partur av royndini at fáa gentuna at liggja við sær.

 

Hann var eisini funnin sekur í at hava nortið ónærisliga við gentuna, men fríkendur fyri at hava noytt gentuna at nerta við seg. Hann varð eisini dømdur fyri grooming.

- Hetta er fult og heilt tín egna skyld. Talan er um misnýtslu av áliti, ungir fjepparar hava álit á at tú uppførir teg ordiligt, segði dómarin við Adam Johnson og vísti á, at gentan hevði fingið álvarsaman sálarligan skaða av gerðum hansara.

 

Unga gentan, sum talan er um, var fjeppari av Sunderland, sum Adam Johnson spældi við. Eftir dystir plagdi hon at bíða á stadion saman við øðrum, í eini vón at fáa tikið onkra mynd av hetjum sínum. Adam Johnson var yndisleikari hennara.

- Hetta visti tú. Hon varð júst vorðin 15, tá tú byrjaði at manipulera hana, tí, sum tú sjálvur hevur játtað, tí helt hana vera eggjandi. Tú valdi tilvitað at hava kynsliga samveru við eina unga gentu, uttan iva í tí vón, at tú fórt at sleppa snikkaleysur frá tí, segði dómarin víðari.