Premier League venjari koyrdur frá

Mick McCarthy er ikki longur venjari hjá Wolverhampton. Wolverhampton tapti um vikuskiftið heili 5-1 á heimavølli móti grannunum, West Bromwich Albion. Mick McCarthy hevur verið hart kroystur í eina tíð.

 

Mick McCarthy tók við sum venjari hjá Wolverhampton í 2006. Hann hevur ført felagið frá næstbestu deildini upp í Premier League. Hetta er triðja árið á rað, at Wolverhampton er í Premier League.

 

Wolverhampton hevur bara vunnið ein dyst í øllum kappingum síðani fyrst í desembur og liggur nú undir niðurflytingrstrikuni.

 

Steve Bruce, Neil Warnock og Alan Curbishley eru favorittar at taka yvir.