Mánadagin verður fundur millum Prestafelagið og landssýrismannin í fíggjarmálum um sáttmálaviðurskiftini hjá prestunum Nú verður ein roynd gjørd at loysa trætuna millum Prerstafelagið og fíggjarmálaráðið um, hvør skal hava samráðingarrættin hjá prestunum.
Prestafelagið hevur biðið um fund við Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, um málið, og´fundurin verður mánadagin, sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.
-Eg ætli mær at hitta Prestafelagið og lurta eftir teirra sjónarmiðum, eins og eg fari at seta fram míni egnu sjónarmið. So fáa vit at síggja, hvussu verður, sigur Jóannes Eidesgaard við Kringvarpið.