Prestakjólin er ikki bert s/h

Tað er ikki á hvørjum ári at ein hevur høvið at síggja eina framsýning av kirkjuklæðum kring alt landið.

Júst hesa stórhending vóru fólk í sera stórum tali vitni til í Hoyvíkar kirkju um vikuskifti.

Undir leiðslu av Paulinu Eliasen av Syðradali og góðu hjálparum hennara var eydnast at seta upp eina framsýning sum hevði stóran áhuga, bæði millum kvinnur og menn.

Tá framsýningin lat upp hósdagin helt Jógvan Fríðriksson bispur eina røðu, har hann vísti á, at tá talan er um kirkjuklæði, so er prestakjólin best kendur, og mest kendur fyri sín svarta lit.

- Ikki er tað so løgið, at børn og ung koma til ta niðurstøðu, at hetta av álvara er lívsins álvari, litleyst og svart. Tað hjálpir eyðvitað uppá støðuna, at prestakjólin hevur hvíta rond, og kragin um hálsin er hvítur. So kann tað staðfestast, at prestur í liti samstundis er svartur og hvítur, vísti hann á.

- Hinvegin hevur prestakjólin eina ávísa tign, og í okkara siðvenju ímyndar prestakjólin lívsins álvarsemi, bæði góðar og tyngri løtur.

Framsýningin var væl úr hondum greidd, og hevði stóran áhuga, bæði hjá kvinnum og monnum. Vónandi kann alt hetta rúgvusmikla tilfarið koma út í bók einaferð í tíðini, so uppaftur fleiri kunnu fáa gleði av tí.


Litfagurt

Arbeitt hevur verið við hesi framsýningini í langa tíð. Og tað var ikki frítt, at fólk vóru sera fegin um henda møguleikan at síggja øll hesi ymisku altarklæðini.

Tað er í 99,99 prosent av tilfeldunum eru tað kvinnur sum standa aftanfyri hesi megnar altarkæðini. Men eisini onkur maður hevur gjørt sítt til at prýða sína egnu kirkju.

Henda framsýning víðkar sjónarringin og varpar ljós á kirkjuklæði í síni breidd, so sum altardúkar og messuaklar. Her vóru fleiri ymiskir litir, sum, sambært bispi vístu, at kirkjan er rík er í sínum liturgisku litum, har alt ikki bert er svart og hvítt.

- Framsýningin sigur søguna um virknar hendur, sum við nærlagni, hegni og kærleika geva kirkjuni eina virðiliga útsjónd. Rundan um kirkjuna og í kirkjuni er bæði mentan og list.

- Framsýningin “kirkjuklæðir í Føroyum”, júst hesi klæðir klæða føroysku fólkakirkjuni og hava latið hana í stakk og fínasta skrúð, segði bispur millum annað í røðu síni.

Sum ein part av skránni fóru fýra av prestunum í ymiskar messuaklar, soleiðis at fólk slapp at síggja, hvussu væl úr hondum teir eru greiddir.