Prestanæmingar vóru í leinkjum

Í Pakistan hevur løgreglan funnið 45 ungar menn, sum sótu leinkjaðir niðri í kjallaranum á einum islamskum prestaskúla í býnum Karachi. Løgreglan hevur handtikið tveir av lærarunum á skúlanum, men skúlastjórin er ikki at finna.

Myndugleikarnir hava leingi skuldsett islamskar prestaskúlar fyri at venja yvirmangsmenn og fyri at hjálpa yvirgangsmonnum í grannalandinum Afghanistan. Løgreglan sigur, at 18 av teimum 45 monnunum vóru 20 ár ella yngri.

Leiðslan á prestaskúlanum í Karachi sigur harafturímóti, at teir ungu menninir eru rúsevnamisnýtarar, sum eru til avvenjingar, og at teir tí vóru í leinkjum.