Prestar hótta ráðharrar við dómadegi

Í summar kunnu samkyndir menn og samkyndar kvinnur verða vígd í donsku fólkakirkjuni. Tað verður gjørt lógligt eftir einum uppskoti frá Manu Sareen, kirkjumálaráðharra. Hann fær ongar trupulleikar við at fáa málið ígjøgnum Fólkatingið, men sambært nøkrum donskum prestum fær málið avleiðingar fyri ráðharran seinni.

-Orðaskiftið er vorðið sera persónligt, og í kjaki við ávísar prestar á høgravonginum havi eg fingið at vita, at ráðharrarnir í stjórnini verða revsaðir á dómadegi, um uppskotið verður lagt fram, sigur Manu Sareen við Søndagsavisen.

Hóttanin um at verða brendur í helvitis eldhavi hevur ikki stórvegis ávirkan á kirkjumálaráðharran. Heldur er hann skelkaður av tí vantandi tolseminum.

-Tað er løgið, at fólk, sum tosa um eina rúmliga fólkakirkju og næstrakærleika, hava so ilt við at góðtaka ymiskar áskoðanir, sigur Manu Sareen við blaðið.

Sambært danska prestafelagnum fara knappliga 30 prosent av prestunum at sýta fyri at víga samkynd. Sostatt hava 70 prosent av teimum umleið 2.400 prestunum í fólkakirkjuni ongar trupuleikar av at víga samkynd, sigur prestafelagið sambært danska kringvarpinum.