Uttan at rópa hart um tað, varð Emil Olsen, sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi sunnudagin vígdur við eini kvinnu, sum hevur verið vinkona hansara í eini 20 ár.
Jógvan Fríðriksson vígdi parið í Dómkirkjuni.
Nýggja prestakonan eitur Jasmina Pavlovic og er ættað úr Serbia. Mamman er serbi, og pápin italskur.
Jasmina Pavlovic hevur í fleiri ár búð í Danmark og hevur arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Danmark. Nú fara tey at søkja um, at hon skal fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, sigur Emil Olsen.
Hann sigur, at tey komu at kennast í Danmark. Hesi árini, tey hava kenst, hava tey tvær ferðir verið í Serbia, og tað var eftir eina avbera góða vitjan í fjør í Serbia, at tey fingu hug at kasta saman.