Ákæruvaldið í Troms og Finnmørkini í Norðurnoregi er nú liðugt við ákæruritið ímóti einum presti, sum varð koyurdur frá í fjør, eftir at tað var avdúkað, at hann hevði ein hóp av barnapornografiskum myndum inn á teldu síni í prestagarðinum. Presturin varð avdúkaður, eftir at fólk vóru farin at undrast á, hvar hendi í prestagarðinum, tá smádreingir javnan vóru og vitjaðu prest.
Nú er presturin ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein tíggju ára gamlan drong, og harafturat er hann ákærdur fyri at hava latið børnum og ungum ymiskt pornografiskt tilfar. Tað er ikki loyvt at lata fólki yngri enn 18 ár tílíkt tilfar.
Presturin hevur viðgingið, at hann hevði tær 3560 barnapornografisku myndirnar í telduni, og at hann hevur víst teimum ungu pornofilmar. Men hann vísir aftur ákæruni um, at hann skal hava havt kynsligt samband við tann tíggju ára gamla drongin.
Verður presturin dømdur sekur, kann hann fáa upp í hálvt fimta ára fongsul.