Um vikuskiftið verður Countryfestivalurin hildin í Sørvági, og ein av teimum, sum skal framføra á festivalinum, er Stephen Pride. Hann er yngsti beiggi heimskenda countrysangaran Charley Pride, sum áður hevur vitjað í Føroyum.
Í dag hevur Stephen Pride tikið sær av løttum í Sørvági. Hann hevur hugnað sær á Dungasandi og heilsað upp á fólk, sum longu hava leitað sær vetur á festival.
Countryfestivalurin byrjar alment fríggjadagin.