Prikkurin yvir i'ið

Prikkurin yvir i’ið í einum superkappingarári. Soleiðis lýsir Jákup á Borg heiðurin, hann sunnukvøldið fekk handaðan, har ársins leikari hjá kvinnum, Elin Kathrina Haraldsen vera sera bilsin um, at júst hon varð vald at vera besta kvinnan

ÁRSINS LEIKARAR

Nú gaggurnar eru settar á hillina fyri veturin, kann Jákup á Borg líta aftur á eitt rimmar kappingarár. Eitt kappingarár, har leiðsla felagsins frammanundan hevði boðað frá, at unga HB-liðið fyrst og fremst skuldi byggjast upp av nýggjum, áðrenn krøv um meistaraheitið kundu setast.
Úrslitini vóru eisini svingandi at byrja við, men so við og við funnu ungu leikararnir stevi og á allar seinasta leikdegi gjørdist greitt, at stevið hevði verið so gott og trygt, at teir endaðu fremstir í deildini.
Men hóast til tíðir svingandi avrik hjá liðnum, so var tað altíð ein, sum helt eitt javnt og høgt støði hjá HB. Tað var Jákup á Borg og eigur hann stóran lut í meistaraheitinum hjá høvuðsstaðarfelagnum í ár. Hóast hann bert er 27 ára gamal, so telist hann millum royndu menninar hjá HB, og hann vísti eisini vegin fyri ungu liðfeløgum sínum gjøgnum kappingarárið.
– Hetta kennist øgiliga gott. Prikkurin yvir i’ið eftir eitt super-kappingarár. Men heiðurin, eg nú havi fingið, er nakað, sum liðið hevur uppiborið, og eg hevði ongantíð staðið her uttan at eg hevði liðfelagar, sum dugdu og sum tímdu at spæla meg, sigur Jákup á Borg, sum eisini sendir venjaranum eina heilsu á vegnum.

Fyrstu ferð
Jákup á Borg hevur í mong ár talst millum frægastu leikararnir í føroysku landskappingini, og hóast hann tvær ferðir áður hevur fingið gyltu gagguna, fyri at hava skotið flest mál í deildini, so hevur hann ongantíð áður fingið heitið “ársins leikari”.
– Aftur har má eg takka venjaranum og liðfeløgunum. Eg havi kempað og stríðst til venjing og dyst, og so hati eg at tapa. Vit hava spælt álopsfótbólt, tað er tað, sum mær dámar, og so havi eg havt ein frían leiklut í høgra borði og tað hevur gingið væl, staðfestir Jákup á Borg.

Øgiliga bilsin
Tey eru mong, ið hava víst á, at sjálvandi skuldi Jákup á Borg verða ársins leikari hjá monnum. Men var valið í mansdeildini lætt, so var tað ikki heilt so lætt í kvinnudeildini.
Í síðsta enda vóru tó størst semja um, at Elin Kathrina Haraldsen hjá AB hevði heiðurin uppbornan.
– Eg eri øgiliga bilsin av hesum, tí hetta hevði eg ongantíð roknað við. Skal eg so finna eina beinleiðis orsøk, so má tað vera venjarin, sigur Elin Kathrina Haraldsen.
Hon heldur eisini, at liðið eigur sín part av heiðrinum, hon nú hevur fingið.
– Liðið hevur virkað væl í ár, og ein spælari er ongantíð góður einsamallur, staðfestir ársins leikari hjá kvinnum 2006, Elin Katrina Haraldsen.