Prikkurin yvir i’num.

Grein 9

Tann veruliga upphæddin fyri orðabøkur tey seinastu 10 árini er 11 milljónir, ja tú las rætt!

 

 

Men fyrst vil eg seta Mentamálaráðnum við aðalstjóra og deildarstjóra spurningin, hvar stendur tað í stýrisskipanarlógini, kunngerðum, viðtøkum ella mannagongdum, at Orðabókagrunnurin skal hava monopol upp á orðabøkur?. Hvar er heimildin til, at Orðabókagrunnurin skal hava øll orðabókahandrit? Man orsøkin vera, at Bjarni Djurholm í síni grein: ”Gongd má sum skjótast….” frá 1997 setur Fróðskaparsetrið fremst, tí um sama mundið er Móðurmálsorðabókin við at koma út. Hetta er gulløldin hjá Orðabókagrunninum. Tí koma Stiðin og síðan Sprotin í aðru røð, sjálvt um Stiðin er í ferð við at geva Dansk-føroyska orðabók út sama árið. Signar á Brúnni sigur tað greiðari í svari 1998 til Bjarna Djurholm soleiðis: ” Vit hava í høvuðsheitunum tvey forløg, ið geva út orðabøkur. Bæði forløg gera eitt stórt og gott arbeiði.” Bæði forløgini eru tað privata forlagið ”Stiðin”,( sum síðan gjørdist til forlagið ”Sprotan”) og ”Orðabókagrunnurin”. Hetta skrivar Signar á Brúnni í 1998 í sínum svari til Bjarna Djurholm. Hetta merkir stutt og greitt, at Mentamálaráðið hevur prioriterað Orðabókagrunnin fram um tey privatu forløgini. Hvat er hetta fyri mannagongdir sum smákongarnir í Mentamálaráðnum fremja? Hvørji argument hevur Mentamálaráðið at kveistra Stiðan og síðan Sprotan burtur, sum hava givið 3. alneyðugar orðabøkur út + Samheitaorðabókina.

Hinvegin hevur Orðabókagrunnurin givið eina Italsk-føroyska orðabók út við ongum næmingum í okkara skúlaverki. Sami grunnur stríðist við at geva eina Russiskt-føroyska orðabók, sum hevur kostað Mentamálaráðnum knappar 2 milljónir í studningi, men aftur eingir næmingar til orðabókina.

Niðurstøðan av hesi mannagongd hjá Mentamálaráðnum er tann, at ein grunnur fær ótarnað øll orðabókahandrit fyri einki, meðan hini forløgini verða hildin uttanfyri. Skera vit tað út í papp, so verður Orðabókagrunnurin hildin á lívi við kunstigum andadrátti, meðan privatu forløgini eru noydd at leita sær eftir fyrstu hjálp. Hetta man vera ljótasta almenna kappingaravlaging og tað við lít.

Mítt uppskot er tí, at tað verður gjørt eitt býti millum tann sokallaða sjálvognar stovnin, Orðabókagrunnin, øðrumegin og tey privatu forløgini hinumegin, har Sprotin hevur gjørt stórar íløgur í nýggja tøkni. ”Gerið eitt býtið millum Orðabókagrunnin og Sprotan, so at td. Orðabókagrunnurin fær serorðabøkurnar, meðan Sprotin fær skúlaorðabøkurnar.”

 

 

 

 

 

 

 

Katastrofan:

Yvir 10 – tíggju – milljónir, heldur 11 milljónir

brúktar upp á orðabókagerð

 

Men hvar eru alneyðugu orðabøkurnar til skúlaverkið. Stiðin og Sprotin ikki íroknað, tí teir hava í verki víst sín dugnaskap og hava lokið sín setning.

 

Í roknskapinum fyri orðabókagerð haldi meg bert til árini 1998 – 2009, sum kann lesast í fíggjarlógini fyri hetta tiðarskeiðið. Leggja vit allar upphæddirnar saman, so er samlað upphædd ætlað hesum týðandi arbeiðið voksin til 9,84 milljónir, sum eru fíggjaðar av Løgtinginum við skattgjaldarans krónum. Leggja vit síðan upphæddir frá Orðabókagrunninum afturat, sum ætlaði at geva eina Tøknifrøðiliga orðabók út, so var hon stuðlað av oljufelagi, sum sæst av sitatinum niðanfyri: Úr: Fyrispurningur 1998: ”Umframt hesar nevndu orðabøkur verður á Føroyamálsdeildini arbeitt við einari tøkniligari orðabók. Hetta arbeiðið hevur higartil verið fíggjað av einum oljufelagi, men tørvur verður komandi ár á landskassastuðli til hetta týdningarmikla arbeiði”. Henda orðabók hevur til dags dato havt meira enn 10 ár at koma føroyingum til gagns, tá hon nú verður skírd at vera so týdningarmikil, men hevur Orðabókagrunnurin ella orðabókarithøvundurin gloypt einum ov stórum bita, og hvat man oljufelagið hava latið í studningi til verkið. 200.000 ella 300.000kr ella meira? + studning (= 125.000kr) frá Mentamálaráðnum. Hvat sigur orðabókarithøvundurin sjálvur til hesar spurningar? Føroya Fróðskaparfelag hevur ætlanir um at geva Føroysk-donsku orðabókina út av nýggjum. Bókin verður endurskoðað og víðkað. Her kemur aftur orðið ”ætlar” frá Føroya Fróðskaparfelag, og so bráðnar alt. Men henda orðabók hevur eisini verið ávegis í meira enn 10 ár, og enn hevur eingin sæð nakað til orðabókaverkið, sum Mentamálaráðið av einari ella aðrari orsøk ikki vil upplýsa krónuupphæddina á í svarskrivi upp á fyrispurning frá Jenis av Rana um orðabókapolitikk. Hví man Mentamálaráðið dylja fíggjarligar upplýsingar av hesi orðabók? Tí Jóan Petur Hentze skrivar í skrivi dagfest 03. desember 2004: ”Mælt verður til at játta Orðabókagrunninum kr. 50.000 í stuðli av játtanini fyri 2004, men samstundis boða frá, at væntast kann ikki stuðul í 2005 vegna tørvandi játtan.” Í svarskrivinum til Jenis av Rana skrivar Mentamálaráðið, at Føroysk-donsk orðabók hevur fingið ”kr. 0,00 (frá Mentamálaráðnum)” Hetta er beinleiðis villleiðandi kunning til Løgtingið. Sama skilið sum hjá Regini Vágadal, har Løgtingið fekk skeivar upplýsingar frá embætisverkinum. Tað vóru ikki 450.000 krónur, men veruliga 650.000 krónur. Menmentamálaráðið garderar seg bara við orðingini: ”Ávíst fyrivarni verður tikið fyri upphæddunum.”, og so roknar Mentamálaráðið, at tað er friður í málinum. Men so er als ikki, tí í sama skrivi frá 03. desember 2004 skrivar Jóan Petur Hentze, fulltrúi, nú á bls 3 niðast, ”Orðabókagrunnurin hevur higartil latið yvir kr. 1 mió í stuðli.” Her eri eg noyddur at spyrja Petur Petersen, aðalstjóra, og nú Martin Næs, deildarstjóra, í Mentamálaráðnum og Orðabókagrunnin, 1) hvussu nógvar 100.000 krónur yvir 1 milljón, og í øðrum lagi 2) hvussu nógv er latið í stuðli fram til 2009. Er tað aftur 1 heil milljón, 1½ milljón ella meira? Hvussu stór er henda upphædd í veruleikanum, og hví verður henda upphædd: ” yvir kr. 1 mió í stuðli” ikki upplýst í svarskrivinum til Jenis av Rana? Hvør hevur ringa samvitsku í Mentamálaráðnum? Eru tað undanfarnir mentamálaráðharrar, Petur Petersen, Jóannes Dalsgaard ella nú eisini Martin Næs, sum nú hevur fingið 940.000 krónur fyri 2009 at søpla burtur?

Hetta merkir, at í løtuni liggur Orðabókagrunnurin og bølir yvir 4 orðabókahandritum fyri meira enn 5 milljónir krónur at teimum 11 milljónunum, sum skattgjaldarin hevur goldið meginpartin av, men einki fingið afturfyri. Kann tað vera rætt. Hvør hevur ábyrgdina av hesum skilaloysi?

Til tín Martin Næs. Tú fekst gylt høvi at gera munin í hesum máli, tí tíðliga á morgni nakrar minuttir yvir 8 t. 25.01.08 hevði tú fingið harraboð frá Peturi Petersen um at ringja meg upp og fáa fund í lag við meg um orðabókina. Hesin fundur var so bráðneyðugur, at eg trúði, at tað galt lív. Fundurin var kl. 3 henda seinnapart, og avtalað varð gjørd um, at tú sum nýggjur deildarleiðari skuldi brúka ein mánað at finna eina sámiliga loysn. Tað gingu heilar 5 vikur, og so kom sokallaða svarið. Jánkasligari neyðaregg man eg neyvan hava sæð. Og tú skalt vera nýggjur deildarleiðari. Brot úr skrivinum eru t.d.: 1) ”…, at Mentamálaráðið mælir til, at tygum saman við Orðabókagrunninum finna eina semju í hesum máli.” Tú veitst fullvæl, at eg og Kári á Rógvi, formaður í Orðabókagrunninum ikki kunnu semjast, tí hann vil hava eina pinkulinga orðabók undir 40.000 leitorð, meðan mín orðabók er knapt 120.000 leitorð. 2) ”Sagt skal eisini vera frá, at Mentamálaráðið hevur á kunnandi fundi við Orðabókagrunnin tann 20/2-2008, boðað grunninum frá, at tað vil stuðla eini skilagóðari semju millum Kára Davidsen og Orðabókagrunnin.” Eg veit ikki, hvør ”Orðabókagrunnurin er í hesum føri. Er tað bert Kári á Rógvi, ella er tað saman við nevndini, Jógvani í Lon Jacobsen og Eivindi Weyhe, sum tað ikki bragdar í. Longu her átti tú at skilt, um nakar dugur var í tær sum deildarstjóri, at tú vart noyddur at kalla inn til nýggjan fund, tí tað verður tú, sum skalt taka avgerðina um, hvør ið skal hava studning ta komandi tíðina. Skjótt man Løgtingið fara at ynskja sær nøkur ítøkilig úrslit á orðabókaøkinum. Her vart tú ein dyggur svíkur, tú komst við einum røttum píningsuppskoti. Hvat ætlar tú at nýta 940.000 skattakrónur til, tá ið eg ikki skal fáa somu sømdir sum hinir? Td. Ulf Timmermann, Johnny Thomsen og Hjalmar Petersen.

 

So nú er bert ein møguleiki eftir, og tað er Kristina Háfoss, mentamálaráðharri, og har kemur mín greinarøð væntandi at enda.