Prinsessur kunnu saktans sita í koyristóli

Leygarkvøldið var útgávukonsert og mótashow hjá Lailu av Reyni í hølunum hjá Østrøm. Nógvar modellir trinu út á pallin, og millum teirra var eisini 16 ára gamla Bára í Niðristovu, sum er fjølbrekað og situr í koyristóli.
- Eg fekk ein klump í hálsin, tá Bára kom út á pallin, og eg sá, at fleiri av hinum áskoðarunum eisini gjørdust rørdir av at síggja hana, sigur mamma Báru, Lis í Niðristovu.

Samrøða
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com

Hóast 16 ára gamla Bára í Niðristovu ikki fær nýtt orð at greiða frá sínum kenslum og hugsanum, var eingin ivi um, at hon var eins glað og errin, sum hinar ungu modellirnar eftir mótasýningina leygarkvøldið. Tað var heilt týðiligt, at hon hugnaði sær í leiklutinum sum prinsessa í eitt kvøld.
- Meðan hon var á sjálvum pallinum, var hon álvarsom, og hon blundaði, tí ljósið var so sterkt. Men so skjótt hon kom av pallinum aftur, strálaði hon. Hon fór at flenna, og hon steðgaði ikki aftur, so hon skilti heilt víst, hvat tað var, sum gekk fyri seg. Orðini eigur Lis í Niðristovu, mamma Báru, sum leygarkvøldið sá fjølbrekaðu dóttrina vera modell.

Hørð byrjan
Tá Bára var fødd, gekk eitt hálvt ár, áðrenn tað varð staðfest, at alt ikki var, sum tað átti. Foreldini, Lis og Johan, vóru ørkymlað um støðuna og fóru til lækna við henni.
- Hon fekk ógvuslig grátiherðindi, og læknin segði okkum, at hon helst hevði epilepsi. Tá lætnaði tað hjá okkum, tí vit hugsaðu, at tað kundi hon fáa heilivág fyri og annars liva eitt vanligt lív, greiðir Lis frá.
Men tá fleiri kanningar vórðu gjørdar, vísti tað seg, at tað ikki var heilt so einfalt. Familjan varð í hasti send niður á Ríkissjúkrahúsið, og har kom veruleikin sum ein skelkur. Bára var heilt illa fyri, og lívið fór at gerast munandi øðrvísi enn væntað.
- Bára er helst tað, sum verður nevnt »fjølbrekað«. Hon situr í koyristóli og skal hava hjálp til alt, bæði við mati, reinføri og tá hon skal flytast. Hon er 100% bundin av hjálp alt døgnið, greiðir Lis frá.
Men hóast hetta er Bára eisini ein glað genta. Fyri tað mesta hevur hon tað gott, men umleið einaferð um árið fær hon eitt drúgt sjúkratørn.
- Tá er tað álvarsamt, og hon endar í respiratori og koma, so tað er ikki sum vanliga krímið, sum onnur børn stríðast við. Hon fer hon heilt niður at venda. Men hon klárar altíð at stríða seg burturúr tí aftur, sigur Lis.
Bára fær ikki tosað, men ein lærari hennara plagar at siga, at Bára eygleiðir í loyndum. Hon er ikki kontaktsøkjandi, men brúnu eyguni eygleiða og fáa tað við, sum hendir kring hana.
- Hon kann eisini samskifta við ljóðum. Tá eg til dømis spurdi hana, um hon gleddi seg til at vera modell, svaraði hon við einum »mmmmm« ljóðið, sum merkir ja, sigur Lis smílandi.

Stjól uppmerksemi
Lis sigur, at hon tosaði nógv við Báru um, at hon skuldi vera modell.
- Eg segði ja beinanvegin, tá Laila spurdi, men samstundis var eg eisini eitt sindur bangin um, at Bára skuldi fáa eitt epilepsiherðindi á pallinum - ella at okkurt annað skuldi ganga galið. So eg royndi at fyrireika hana so væl, sum eg kundi.
Fríggjakvøldið var Bára til generalroyndina, og tað gekk nógv betri, enn Lis hevði torað at vónað.
- Tá vit fóru heimaftur fríggjakvøldið eftir royndina, var eg nógv tryggari, tí Bára hevði verið so glað og errin. Tá hugsaði eg, at hetta nokk skuldi ganga, sigur Lis.
Tá leygardagurin kom, gjørdi familjan nógv burturúr.
- Vit klæddu stólin, so hjólini, leidningarnir og slangurnar ikki sóust so væl. Hárið bleiv uppsett og krúllað, hon fekk glimmur á andlitið og varð latin í vakra prinsessukjólan. Bára var øgiliga spent; hon visti væl, at okkurt serligt var á vási.
Og so kom stóra løtan. Bára varð trillað inn á pallin av eini av hinum prinsessunum, og tað gekk fyrimyndarliga. Hon var álvarsom og blundaði, tí ljósið var so sterkt, men onkur hevði á orði, at allar hinar modellirnar eisini vóru álvarsamar - og tær vóru allar merktar av sterka ljósinum.
- Tá vit komu afturum til hana aftaná, prátaðu vit við hana og søgdu, at hon riggaði so væl á pallinum. Tá fór hon at flenna - og hon steðgaði ikki aftur, sigur Lis smílandi.
Klukkandi láturin frá Báru smittaði, og skjótt var alt tann beri látur í hølinum aftanfyri, tí hon fekk øll at flenna. Og positivu viðmerkingarnar trutu ikki.
- Miss Danmark var so sera fitt. Hon kom yvir til Báru, tók í hondina á henni og prátaði við hana. Eisini onkrar av frisørunum søgdu henni, hvussu vøkur hon var og at hon var tann, sum riggaði best av øllum. Tað var eingin ivi um, at henni dámdi tað, og at hon virðismetti tað, tí hon strálaði.


Ein góð uppliving
- Eg haldi, at vit kanska onkuntíð hava lyndi til at verja Báru ov nógv, soleiðis, at hon keðir seg og manglar avbjóðingar. Men hon yvirraskar okkum mangan, og leygarkvøldið yvirraskaði hon okkum einaferð og prógvaði, at hon í grundini megnar meiri, enn vit halda. Og tað er altíð deiligt at verða positivt yvirraskað, sigur Lis hugsunarsom.
Hon er glað fyri, at Laila av Reyni vildi hava Báru við í showinum, tí hon heldur, at børn í koyristóli og við breki ofta mangla í býarmyndini. Tað ger, at fólk kanska hava ilt við at vera saman við hesum børnunum. Og tað er kanska eisini nærliggjandi at hugsa, at børn, sum ikki fáa tosað, heldur ikki fáa hugsað. Men Lis slær fast, at vit mugu ansa eftir at undirmeta hesi børnini.
- Ímynda tær, um Michelangelo hvørki fekk nýtt hendurnar ella tosað.. So høvdu vit ikki vitað, hvussu genialur hann var. Men hann hevði jú allíkavæl havt skapandi evnini inni í sær, vísir Lis á.
- Børn sum Bára hava jú ein heila, og vit eiga at geva teimum meiri kreditt enn bert at døma tey út frá tí, sum vit síggja, og tí ,sum tey sjálvi megna at geva úttrykk fyri.
Lis heldur eisini, at fólk eru smæðin, tá tey hitta Báru, og tey vita ikki heilt, hvussu tey skulu reagera.
- Tað er jú eisini ringt at tosa við onkran, sum ikki svarar tær. Men tað býr so nógv meiri innanfyri, enn vit mangan geva okkum far um, og hóast Bára ikki fær tosað, gevur hon umhvørvinum so ómetaliga nógv. Tað, at hon fekk alt hølið at flenna eftir mótasýningina, er bert eitt dømi um tað.
Lis heldur, at børn sum Bára ofta fáa tað besta fram í fólki.
- Sjálvt um fólk kanska smæðast og ikki vita heilt, hvussu tey skulu vera móti hesum børnunum, so vilja tey so fegin hjálpa. Tey eru blíð og smílast bæði til hennara og okkara. Tað sæst, at Bára dregur tað besta fram í teimum.
Lis sigur, at áðrenn hon fekk Báru, hugsaði hon mangan, at tað var so synd í teimum, sum áttu brekað børn. Men tað er als ikki tann kenslan, hon hevur, nú tey hava fingið Báru, tí Bára gevur bæði familjuni og umhvørvinum so ómetaliga nógv.
- Hesi børnini røra heilt einfalt hjartað øðrvísi, enn onnur børn gera, heldur Lis.
Og tað er heilt víst nakað um tað, tí Bára fekk óteljandi positivar viðmerkingar leygarkvøldið, hóast hon ikki lýkur typisku modellkrøvini.
Men tá hon kom inn á pallin leygarkvøldið, mundi neyvan vera nakar ivi millum áskoðararnar: Vakrar prinsessur kunnu saktans sita í koyristóli.

Mynd: Marjun á Bergi Gunnarsson
Myndatekstur: Miss Føroyar og Miss Danmark, hvør vakrari enn onnur og glaðar eftir eitt gott og væleydnað mótashow