Privatisera tunnil við bindi fyri eyguni

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna
-------------

Tjóðveldi tekur undir við Skálafjarðatunlinum, men ikki við eini lóg, sum bindur landið niður og hevur ógvusliga slagsíðu til fyrimuns fyri eitt útvalt privat felag.

Alfred Olsen endurgevur undirritaðu fyri at hava sagt: “Vit koma ikki at atkvøða fyri lógaruppskotinum um Skálafjarðatunnilin”. Hatta vóru ikki míni orð, tí talan er ikki um eitt uppskot um at gera Skálafjarðatunnil, men eitt uppskot um at geva einum privatum felag einkarætt til at gera og reka tunnilin og harvið eisini at fáa inntøkurnar frá bummgjaldinum, sum væntandi verða omanfyri 100 milliónir krónur árliga.

Tí vísti eg í Eygsjón 10. mars á, at vit ikki vita, hvat vit samtykkja við lógaruppskotinum, sum nú liggur á borðinum, tí vit kenna als ikki treytirnar í avtaluni sum landsstýrið ætlar at gera við P/F Skálafjarðatunnilin.

Fíggjarligi partur manglar
Íløgan er stór, um eina milliard, men inntøkur væl omanfyri 100 milliónir árliga í 25-30 ár eru eisini øðiligir pengar. Hvussu stórur beinleiðis vinningurin hjá teimum privatu verður, vita vit ikki, tí fíggjarligi parturin av verkætlanini fyriliggur ikki. Tað stendur í viðmerkingunum, at vinningurin verður settur í mun til tann váða, felagið átekur sær. Hvussu stórur váðin verður mettur at vera, verður einki sagt um.

Landsstýrisfólkið fekk heimild at samráðast við hetta partafelagið við løgtingssamtykt longu í 2007. Lógin skal áseta treytirnar fyri avtaluni. Men vandin við lógaruppskotinum sum nú er komið er, at tað bindur landið niður og til ein váða, sum vit ikki kenna víðførið av. Løgtingið má sostatt gita sær til avleiðingarnar, so leingi vit ikki kenna fíggjarliga partin og ikki hava hóming av, hvat kemur at standa í sjálvari avtaluni.

Privatisera í blindum
Sagt verður, at landið kann fara inn og yvirtaka verkætlanina. Men, hetta skal vera sambært teimum treytum, sum verða ásettar í avtaluni. Altso vita vit ikki hvat henda áseting er verd, fyrr enn avtalan við felagið er undirskrivað.

Og hví skal landið til dømis binda seg til at gjalda partafelagnum endurgjald fyri aðrar útbyggingar, sum gjørdar verða á veganetið? Og hvussu stórt verður endurgjaldið, um landið yvirtekur tunnilin, orsakað av at felagið misheldur sínar skyldur? Hetta eru nøkur av nógvu ivamálum, sum skulu ásetast í sjálvari avtaluni, sum eftir øllum at døma ikki verður liðug fyrr enn í november ella seinni.

Mín egna sannføring er framvegis, at landið eigur at byggja tunnilin, og gjalda partafelagnum fyri gjørt tilfar, sum landið kann brúka í verkætlanini. Hetta er ikki ein tung uppgáva hjá landinum, tí sum so ofta hevur verið frammi ber íløgan seg sera væl fíggjarliga.

Men um ABC-flokkarnir veruliga eru so heitir fyri er privatu loysnini, so má tað í øllum føri verða gjørt soleiðis, at landið verður hildið skaðaleyst. Tað verður tað ikki sambært uppskotinum, sum nú liggur á borðinum.

Løgtingið eigur ikki við bindi fyri eyguni at privatisera okkara infrakervi.