Hetta var so gott sum alt privat skuld, sum frá einum degi til annan varð løgd á føroyska skattgjaldaran.
Tá ein so samstundis fær at vita, at ikki landskassin, men tað privata hevur milliarda ognir til góðar uttanlands ? so skilir ein væl, at vanligi borgarin ikki er sørt ørkymlaður, tá hesi viðurskifti verða lýst í fjølmiðlunum.
So skjótt sum Føroya Banki staðfesti eitt avlop, líka so skjótt byrjaðu okkara sokallaðu frælslyntu og borgarligu politikarar, eins og teirra líkar at tosa um, at tað einasta rætta var at privatisera Føroya Banka.
Tað kann tykjast heilt einastandandi, at aftan á at tað privata vinnulívið hevur koyrt ikki bara ein men fleiri bankar á húsagang, so er loysunarorðið privatisering, og hví, tí nú meta teir borgarligu, at nú kunnu landskassin og vanligi skattaborgarin í felag syrgja fyri, at bankaskuldin verður afturgoldin, meðan teir so ósmædnir, sum teir nú einaferð eru, nokk sjálvir finna útav, hvat yvirskot bankans framyvir skal nýtast til.
Góður, borgarligur politikkur sigur jú, at óansæð hvussu dugnalig almenn starvsfólk eru, og óansæð hvussu væl tey røkja sítt arbeiðspláss, so kunnu tey ikki nær námind klára at gera sama arbeiði líka væl sum tað sokallaða »privata«.
Takið t.d. SMS, Litaval, Auto Service, Wenzel Petersen, Oljufelagið Føroyar og nógvar aðrar fyritøkur, har peningastovnarnir hava mist fleiri hundrað mill. kr., so hevur ikki ein tann einasta skift eigara, tí hetta er jú tað »privata«.
Hevði tað ikki sømt seg betur, um peningastovnarnir høvdu latið teimum illa støddu sethúsaeigarunum tær hundraðir av milliónum, sum hesar fyritøkur vórðu saneraðar fyri, uttan at tað fekk avleiðingar fyri ein tann einasta eigara av hesum fyritøkum? Eg spyrji bara.
Vit høvdu t.d. eina vælvirkandi Skotlandsrutu, og hóast hon ikki bar seg, so hevði hon í framtíðini verið vinnulívi okkara og harvið tí føroyska samfelagnum til stórt gagn.
Tíverri frættu teir borgarligu politikararnir, at pensionistar eins og aðrir vanligir løntakarar, ið ikki høvdu fíggjarliga orku at fara loftvegis, fingu alt ov bíligar ferðaseðlar við Smyrli.
Men ístaðin fyri at royna at regulera ferðaseðlaprísin, so var loysunarorðið eisini hesaferð »privatisering«. Úrslitið av hesi »privatisering« síggja vit dag og dagliga í fjølmiðlunum.
Í sannari borgarligari ekstasu fór so enn ein borgarligur privatiseringssjónleikur fram á sjálvum tingsins røðarapalli. Nú vóru tað lastbilarnir og bussarnir, ið bert kravdu at fáa eitt skelti, har tað stóð »privat« á, so komu hesar rutur í framtíðini at vera rein gullnám fyri landskassan.
Men tað, sum miðstaðarpolitikararnir Óli Breckmann, løgmaður og Bjørn á Heygum fyrst og fremst eru úti eftir, er:
1. Øll akfør hjá SL verða privatiserað.
2. Tey verða øll seld fyri eitt nógv niðursett symbolskt virði.
3. Avleiðingin er sjálvandi hon, at allir bussar, lastbilar við trailarum verða mannaðir við og koma at hava eigarar, sum búgva í miðstaðarøkinum.
Hetta er borgarligur miðsavningarpolitikkur í einum nøtuhylki.
Frank Davidsen