Privatpolitikkur

Politikkur er makt. Demokratiskur politikkur er alment kend maktnýtsla. Ikki alment kend maktnýtsla er privatpolitikkur. Privatpolitikkur er maktmisnýtsla.

Politikkur er makt. Demokratiskur politikkur er alment kend maktnýtsla. Ikki alment kend maktnýtsla er privatpolitikkur. Privatpolitikkur er maktmisnýtsla.

Maktmisnýtsla er makt, sum persónar, við heimildum yvir øðrum menniskjum, hava fingið til heilt ávís endamál við heilt ávísum arbeiðshættum, men sum hesir persónar nýta til annað endamál ella á annan hátt enn ætlað.

Maktmisnýtsla kann vera ólóglig ella kann liggja á kantinum til at vera ólóglig. Oftast er maktmisnýtsla trupul at prógva. At maktmisnýtsla ofta verður framd ígjøgnum fólk, vit vanliga nýta heitið ?naiv? um ? t.e. fólk við vilja til gott verk ? ger ikki próvbyrðina lættari.

Tað eru ikki mangir dómar um maktmisnýtslu, hóast maktmisnýtslan er vanligari enn gott er.

Land, sum kemur í eina ónda ringrás, har maktmisnýtsla gerst alt vanligari, er í kreppu. Slík kreppa hevur ofta sín uppruna í ovasta embætisverkinum.

Bardagin móti maktmisnýtsluni verður best framdur við demokratiskum vápnum ? opinleika.

Tað ber ikki til at siga ósanndindi við vilja, uttan maktmisnýtsla liggur aftanfyri.

Tað ber heldur ikki til at tiga í almennum máli, sum ikki hevur tøgn fyri neyðini, uttan maktmisnýtsla liggur aftanfyri. Prinsipiell tøgn er í sjálvum sær maktmisnýtsla.

Ein týðandi mátistokkur fyri privatpolitikk er, har ósannindi eru at finna og har tøgnin ræður, har tað ikki fellur natúrligt. Ein kombinatión, sum vit ofta nevna manipulatión.

Har manipulatión ? tann ótespiliga kombinatiónin av tøgn og ósannindum ? kemur fyri í sambandi við ábyrgdarfólk, sum vil gott verk, nevna vit karaktermorð. Ábyrgdarpersónur verður karaktermyrdur.

Tað er lítið sannlíkt, at ein maktmisnýtir ella karaktermyrðir uttan at røttu avvarðandi vita tað. Tann rætti avvarðandi, sum kennir til maktmisnýtslu, men einki ger við tað, misnýtir sjálvur makt. Útinnir sjálvur privatpolitikk.

Tann rætti avvarðandi er tann, sum hevur maktmisnýtara ? ella ein, sum karaktermyrðir - á sínum lønarlista. Vit onnur, sum síggja, kenna bert pínuna av vitan ? uttan møguleika at gera nakað við tað. Næstan.

Vit hava talu- og skrivifrælsi, hóast tað ofta kann vera trupult at siga frá óhumsku, sum er trupul at prógva, uttan sjálvur at missa trúvirði millum manna.

Vit velja eisini fjóra hvørt ár.

Ein týðandi uppgáva hjá okkum, sum velja ? og harvið útinna makt ? er at meta um útint maktnýtsla í gerandisdegnum er politikkur ella privatpolitikkur. Alment kend maktnýtsla við alment kendum argumentum ella privatpolitisk maktmisnýtsla.


Signar P. Heinesen