Prix Føroyar eisini á netinum

Prix Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu, sum hevur til endamáls at føra føroyskan tónleik fram bæði heima og úti

Sætta Prix Føroyar tónleikakappingin nærkast, og aftur hesaferð skal Prixið gera vart við seg á internetinum.
Nýggj heimasíða er gjørd, sum skal verða eitt forum fyri kappingini hesaferð.
? Dentur verður lagdur á at hyggja frameftir, at marknaðarføra føroyskan tónleik, at kjakast um tónleik og at leggja inn alt søguligt tilfar so við og við, sigur Fróði Vestergaard, sum samskipar kappingina fyri Norðurlandahúsið, Útvarpið og Sjónvarpið.
Á heimasíðuni fáa allir bólkarnir, sum skulu verða við í kappingini næsta ár, sítt pláss. Samrøður skulu gerast við tónleikarar, hentar upplýsingar skulu kunna finnast fram, og tónleikur skal eisini kunna hoyrast á síðuni.
Enn eru bólkarnir ikki lagdir út á heimasíðuna, og orsøkin til tað er sera einføld. Tilmeldingin til kappingina fer fram í hesum døgum, og frestin at tekna til er ikki úti fyrr enn 3. januar næsta ár. Tá verður tað greitt, hvørjir teir í mesta lagi 24 bólkarnir verða, sum skulu kappast hesaferð.
Bólkarnir fáa eisini møguleikan at brúka heimasíðuna hjá Prixnum við sínum egna tilfari.