Í dag gav russiski forsetin, Vladimir Putin, boð um, at russiski herurin skal økjast upp í 2,38 milliónir herfólk, harav 1,5 milliónir fólk skulu verða aktiv í hertænastu.
Hetta er triðju ferð, síðan russisku innrásina í Ukraina fyri stívliga hálvum triðja ári síðan, at forsetin gevur boð um, at talið av herfólki hjá Russlandi skal veksast.
Talan er soleiðis um, at Russland nú skal hava 180.000 herfólk aftrat. Norski professarin í hernaðarstrategi, Tormod Heier, heldur, at hetta er eitt vánaligt tekin hjá russum.
- Strategiin hjá russum er at senda nógv herfólk til hermótið og ikki hernaðarakfør, tí russar hava ikki fleiri hernaðarakfør at senda. Tískil senda teir herfólk, sigur hann.
Bretska fregnartænastan heldur, at í miðal doyggja - ella verða løstað - 1000 russisk herfólk á hermótinum um dagin. Ukrainska fregnartænastan heldur, at talið er størri.
Men, hvaðan fær Vladimir Putin fleiri herfólk til kríggið?
- Nú byrjar at minka við fólki í fongslum og úti í økjunum í Russlandi, har forsetin hevur fingið nógv herfólk, sigur professarin.
Tískil noyðist forsetin nú at venda sær til tey tættari bygdu økini, eitt nú í St. Pætursborg og Moskva, og tá er vandi fyri, at fólk í størri mun fara at seta seg upp ímóti russisku krígsførsluni.
Russar eru farnir at rópa hermótið í Ukraina fyri "kjøtkvørnina".
Professarin í hernaðarstrategi, Tormod Heier, vísir á, at tá Vladimir Putin í september og oktober í 2022 vildi hava 300.000 herfólk aftrat, flýddu fleiri hundrað túsund ungir russar av landinum.
Mett verður, at millum 500.000 og 700.000 russar leitaðu sær til grannalondini, tí teir vildu ikki í kríggj.
##med2##
- Tá misti forsetin jú fleiri menn, enn hann hevði mist í krígnum eftir hálvum triðja ári. Tískil er hetta ein ógvuliga trupul máti - og helst størsta hóttanin hjá Vladimir Putin, forseta, heldur professarin.
Tormod Heier sigur, at hetta er eisini orsøkin til, at russiski forsetin hevur verið varin við at innkalla fólk til hertænastu. Heldur hevur hann latið tað verið sjálvboðið at fara í kríggj.
Russiskar metingar hava sagt, at 71.000 russiskir hermenn eru deyðir í Ukraina. Hinvegin siga amerikanskar og bretskar fregnartænastur, at talið av deyðum russum heldur liggur millum 350.000 og 500.000.
Meira um hetta kann lesast í grein hjá NRK, norska kringvarpinum - https://www.nrk.no/urix/ekspert_-putins-militaere-evne-er-svekket-_-ber-om-180.000-nye-soldater-1.17045832