Seinastu mánaðirnar hava fleiri hendingar verið við undirvatnskaðlum, sum eru oyðilagdir ella løstaðir, og seinasta sunnukvøld tók svenska sjóverjan hetta skipið, sum nú er undir illgruna.

Professari sær mynstur í herverkum í Eystursjónum

- Tað er týdningarmikið fyri Russland at vinna fram í Ukraina og fáa ein enda á krígnum, men tað megnar Russland ikki, so leingi, sum Evropa og USA lata Ukraina pengar, vápn og lóður, sigur professari í hernaðarstrategi

Seinastu mánaðirnar hava fleiri hendingar verið við undirvatnskaðlum, sum eru oyðilagdir ella løstaðir, og seinasta sunnukvøld tók svenska sjóverjan hetta skipið, sum nú er undir illgruna.

Enn eitt skip er undir illgruna fyri at hava framt kaðalherverk í Eystursjónum, og hesaferð er tað bulgariska skipið, Vezhen, sum svenska vaktartænastan hevur tikið og nú kannar fyri møguligt herverk.

 

Seinastu mánaðirnar hava fleiri hendingar verið í Eystursjónum við undirvatnskaðlum, sum antin eru oyðilagdir ella løstaðir, og seinasta sunnukvøld tók svenska sjóverjan skipið, sum nú er undir illgruna.

 

Hesaferð er tað ein kaðal millum Lettland og Svøríki, sum er farin.

 

Bulgarski eigarin av skipinum sýtir fyri, at skipið bevíst hevur framt herverk á kaðalin, men hann vísir tó ikki aftur, at ankarið á skipinum kann hava tikið í kaðalin í keðiligum veðri í Eystursjónum.

 

Eins og í øðrum førum, tá kaðlar í Eystursjónum eru farnir, standa nógvir ósvaraðir spurningar, men kortini heldur serfrøðin á økinum, at pílarnir - um vit so kunnu siga - peika sama veg, og eitt mynstur sæst aftur í ymisku hendingunum.

 

Tormod Heier, sum er professari í hernaðarstrategi og starvast við Forsvarets Høyskole í Noregi, sigur við tv2.no, at talan er um onkran, sum vil onkrum ilt og hevur eina ætlan við sínum atgerðum.

 

Hann vísir á, at tá kaðlar verða oyðilagdir ella løstaðir, er endamálið oftast, at hetta skal fáa politiskar, búskaparligar ella sosialar avleiðingar.

 

- Tí ber ikki til at síggja burtur frá teimum hendingum, sum hava verið í Eystursjónum seinastu tíðina, heldur professarin í hernaðarstrategi.

 

##med2##

 

Tormod Heier vísir á, at tað er eitt land um hesar leiðir, sum ikki er vinaliga sinnað mótvegis øðrum londum við Eystursjógvin, og tað er Russland.

 

- Tað er tí ikki óhugsandi, at herverkini í Eystursjónum kunnu benda á, at Russland byrjar at vera meira trýst í krígnum í Ukraina, sigur professarin.

 

Tormod Heier heldur tað vera týdningarmikið fyri Russland at vinna fram í Ukraina og fáa ein enda á krígnum, men tað megnar Russland ikki, so leingi, sum Evropa og USA lata Ukraina pengar, vápn og lóður.

 

 

 

Seinastu mánaðirnar hava fleiri hendingar verið við undirvatnskaðlum, sum eru oyðilagdir ella løstaðir, og seinasta sunnukvøld tók svenska sjóverjan hetta skipið, sum nú er undir illgruna.