Professari smuglaði rúsevni

Í Finnlandi hevur løgreglan handtikið ein mann, sum arbeiðir sum professari við lærda háskúlan í Helsinki. Maðurin er tikin, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at hann er við í einum altjóða smuglarakervi, sum hevur smuglað rúsevni til Finnlands.

Finska løgreglan hevur kannað smuglaramálið leingi, og sambært tí, sum er komið fram, hevur tann tikni professarin samstarvað við eitt smuglarakervi, sum er virkið í Russlandi og Estlandi umframt í Finnlandi. Í vár legði løgreglan hald á 23.000 ecstasy-tablettir, sum hetta sama kervið hevði smuglað til Finnlands, og tað var beint eftir hetta, at løgreglan fekk illgruna til professaran og nøkur onnur fólk, skriva finsku bløðini.

Myndugleikarnir siga, at higartil eri níggju fólk tikin í sambandi við smuglingina. Tvey teirra vórðu tikin í vár, tá løgreglan kom fram á tær nógvu ecstasy-tablettirnar. Sambært finska útvarpinum hevur løgreglan funnið rúsevni í einari íbúð hjá lærda háskúlanum í Helsinki, og skal professarin hava lagt tað har.