Programnevndir eru nú settar

Ráðgevandi programnevndirnar hjá Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, hevur sett ráðgevandi programnevndirnar hjá Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya. Nevndirnar, ið hava felags formann eru settar sambært løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v. m. Uppgávurnar hjá nevndunum eru m.a.:


?tvær ferðir árliga at umrøða skráirnar hjá ávikavist Útvarpi og Sjónvarpi Føroya,

?at viðgera programvirksemið hjá almennu loftmiðlunum,

?at ráðgeva stjóranum við programvirkseminum.


Eisini kunnu nevndirnar koma við viðmerkingum til sendingar, ið hava verið í Útvarpi ella Sjónvarpi Føroya.

Ráðgevandi programnevndir hjá Útvarpi Føroya: Jonhard Mikkelsen, Vestmanna, er formaður í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru: Marna Jacobsen, Sandur, Óluvá Klettskarð, Klaksvík, Marita Rasmussen, Tórshavn, Jógvan Fríðriksson, Innan Glyvur. Ingi Rasmussen, Tórshavn og Magni Joensen, Fuglafjørður.

Ráðgevandi programnevndin hjá Sjónvarpi Føroya: Jonhard Mikkelsen, Vestmanna, er formaður í nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru: Marjun Bæk, Kvívík, Annlis Bjarkhamar, Vágur, Kristianna Rein, Tórshavn, Bergur Poulsen, Fuglafjørður, Georg F. Hansen, Miðvágur og Rói Patursson, Tórshavn