Progressivur kommunuskattur?

Jan Poulsen
Valevnið Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð
Tá nú fleiri og fleiri mál verða løgd út til kommunurnar, frá landinum, at umsita, so hevur tað sjálvandi við sær, at tað verður meiri at gjalda fyri kommunurnar, og harvið borgar-arnar. Hetta merkir fyri borgaran, at tað skal gjaldast meira í skatti, eittnú við, at skattaprosentið fer upp.
Landsskatturin er progressivur, tvs. at tær breiðastu herðarnar berða tær tyngstu byrðarnar, sum eisini er tað rætta.
Kommunuskatturin er hinvegin ikki progressivur, soleiðis at tað ger tað sama hvør inntøkan er, so er skattaprosentið tað sama.
Tað er góður Javnaðarpolitikkur, at tey lægst løntu í hesum samfelagnum skulu hava eins góð kor sum øll onnur, og er tað tí av allstórum týdningi, at tað ikki verða lagdar fleiri byrðar á tey lægstløntu, tí tey klára illa nokk at svara hvørjum sær sum tað er nú.
Tí haldi eg, at tað hevði verið rætt, um kommunuskatturin eisini var progressivur, soleiðis at tær breiðastu herðarnar bóru tær tyngstu byrðarnar.
Tað er sjálvandi lættari hjá einum persóni sum hevur eina høga inntøku at gjalda meira til samfelagið, heldur enn at fara og knokkroyta ein skallutan mann ella kvinnu, eittnú eina flakakvinnu, sum kanska bert forvinnur sær 60.000 kr um árið í løn.
Tað er ikki meira enn rímuligt, at tey sleppa undan fyri einaferð skyld tá skattur skal leggjast á ella sparast skal.
Tað eru altíð tey lægstløntu í samfelagnum, sum tað gongur út yvir tá skattur skal leggjast á ella sparast skal.
Haldi ikki at tað kann vera nakar í hesum samfelagnum sum kann vera ósamdur í hesum her, tí tað eru okkara forfedrar sum hava skapt hetta góða samfelagið sum vit liva í og teir karmar sum vit hava at virka undir, og skulu vit vera takksom fyri, at vit kunnu nýta gott av tí.
Um eg verið valdur inn í býráði, vil eg arbeiða fyri, at fáa gongd á hetta málið, um at kommunuskatturin skal vera progressivur, soleiðis at tær breiðastu herðarnar bera tær tyngstu byrðarnar.