Proppfult á Tórsvølli

Sum reglurnar og umstøðurnar nú eru, ber ikki til at seta nýtt áskoðaramet í Føroyum

áskoðarar

- Vit eru 6.130 her í kvøld, og tað er met fyri fótbóltsdyst í Føroyum.
Tað vóru boðini, sum í góðveðrinum hoyrdust í hátalarunum kring Tórsvøll longu áðrenn 1. hálvleikur var liðugur mikukvøldið.
Tað var ivaleysa skjótt at gera upp, tí øll atgongumerkini vóru seld í forsølu. Tað, sum verður skrætt av atgongumerkjunum, verður samantalt, og so er staðfest, hvussu nógvir áskoðarar eru møttir upp.
Talan var kortini ikki um áskoðaramet í Føroyum. Metið er 6.642 áskoðarar, og tað verður sera torført at sláa tað metið. Tá ið Føroyar sunnudagin 8. juni í 1997 vunnu 2?1 á Malta á Svangaskarði frøddust 6.642 um sigurin. Hetta var frammanundan, at FIFA gjørdi av, at allir áskoðararnir skulu sita, og at eingin skal standa. Tá sótu áskoðararnir á Svangaskarði á beinkjum og ikki stólum.
Nú er áskoðarakapasiteturin á Tórsvølli seks túsund. Á Svangaskarði er hann fýra túsund. Um seks ára gamla metið skal takast, og um reglan um, at allir áskoðararnir skulu sita á sínum egna stóli, framvegis verður galdandi, so ber bara til at seta nýtt áskoðaramet, um fleiri stólar verða settir upp.
Eingin ivi er tó um, at tað mikukvøldið væl hevði borið til at selt átta túsund atgongumerki og kanska meiri enn so.