Provinsbýurin og hini

Stutt viðmerking til Niels Midjord

Stuttligt at lesa eitt so øðrvísi innlegg sum hetta hjá Niels Midjord. Og gott er at fáa mál lýst úr ymsum sjónarhornum. Tó má eg beinanvegin siga, at partur av tí, Niels førir fram, byggir á minst eina fullkomna misskiljing, um ikki fleiri.

Tí aldri havi eg havt nakað ímóti mentanarligari, sosialari ella fíggjarligari javnvág millum miðstaðarøkið og restina av landinum. Og ongantíð havi eg sagt, at Havnin er einasti miðdepil í landinum.

Okkara páhald um tað neyðuga í at menna høvuðsstaðin sosialt og útbúgvingarliga byggir als ikki á nakað ynski um at tøma útjaðaran fyri fólk. Tvørturímóti byggir tað á nakrar veruleikar, vit tíverri mugu taka støðu til.

Millum 7 og 8 av 10 ungum undir og eftir útbúgving uttanlands í kanningum svara, at um tey yvirhøvur skulu flyta heimaftur, so er Havnin einasta val. Tey seta rætt og slætt sum treyt fyri at flyta heimaftur, at tey kunnu búgva í høvuðsstaðarøkinum.

Tað noyðast vit at taka støðu til. Og tí er tað eg ferð eftir ferð endurtaki, at í hesum arbeiði kappast vit hvørki við ella ímóti bygdum ella býum í Føroyum, men vit noyðast at fyrihalda okkum til henda veruleika, at skapa vit ikki rætta umhvørvið í høvuðsstaðnum, so fáa vit als ikki hesi ungu heimaftur.

Skemtiliga dømið hjá Niels Midjord um, at Havnin við 10 ferðir so nógvum fólki sum ein meðal føroysk kommuna, eigur at hava 10 ferðir so nógv fótbóltstalent sum hini, prógvar jú bara, at kvantitetur ikki altíð er tað sama sum kvalitetur.

At fólk í Havn bara gjalda atgongugjald og seta seg uppafturá og fáa alt borðreitt, meðan fólk á bygd mugu ”skapa hana (upplivingina) sjálvi” er rættiliga langt skotið yvir mál. Felagslívið blómar á øllum økjum í høvuðsstaðnum og skapandi kreftirnar eru ikki minni dugnaligar og ídnar enn aðrastaðir.

Hetta við at ein býur dregur fólk úr útjaðaranum til sín er eftir hvat eg skilji eitt nátúrligt fyribrigdi um allan heim. Í Tórshavnar kommunu hava vit bæði útjaðara og útoyggjar, sum vit royna at hjúkla um av øllum alvi, til tess at varðveita bæði bygdamentan, búpláss og felagslív uttanfyri sjálva Havnina.

Okkara stremban er sovítt møguligt at útvega øllum borgarum í kommununi somu tilboð, soleiðis at fólk trívast í sínum heimliga umhvørvi.

At enda setir Niels Midjord spurningin, hvat fyri býarmenniskja tímir at búgva í einum pinkalítlum provinsbýi langt úti í Atlantshavinum. William Heinesen skrivaði, at Havnin var ein lítil staður, men kortini “den største by i mange hundrede kilometers omkreds”.

Og áhuga hevur høvuðsstaðurin fyri mong, og tá nú hagtøl og kanningar vísa, at vit kunnu fáa 70 – 80% av okkara ungu útisetum heimaftur, um vit skapa røttu umstøðurnar í høvuðsstaðarøkinum, har tey treyta sær at búgva og virka, um tey koma aftur, ja, so eiga vit at gera júst tað!