- Tað er skeivt at leggja tilfeingisgjald á fiskivinnuna. Tað heldur royndi reiðarin, Olaf Olsen, sum hevur rikið skip í meiri enn ein mansaldur.
- Myndugleikarnir eiga ikki fiskastovnarnar. Gongur tað væl hjá teimum, sum fiska, kunnu teir, sum fiska og eiga amboðini, tjena væl, staðfestir Olaf Olsen.
- Teir brúka sín pening í samfelagnum og rinda 25% av tí teir útvega sær, til samfelagið, umframt at teir rinda skatt. Og teir, sum eiga amboðini rinda eykaskatt, um teir tjena væl.
- Henda skatt og meirvirðisgjald hava myndugleikarnir møguleikar fyri at regulera og broyta, fáa samtykki til tess, og tá ræður um at finna pínumarkið fyri, nær borgarnir halda, at tað er rímiligt.
Men Olaf Olsen heldur, at skal vektavgjald leggjast á veiðina, soleiðis sum tað nú verður gjørt, er tað púra burturvið at lata tað fara á fíggjarlógina. - Tað gevur politikarunum eitt høvuðbríggj, tað hevði verið gott at sloppið frá, sigur hann. Í hesum sambandi hugsar hann um, at fiskiskapurin, og avkastið, eru so broytilig, at tað fer at vera torført at gera eina fíggjarlóg, sum er støðug.
- Tað frægasta, sum kann gerast við eitt slíkt gjald, er, at nýta tað til at niðurgjalda skuld við, tí tá bilar tað minni um tað broytist frá ári til ár, sigur Olaf Olsen.
|