Seinnapartin í dag hevur russiski forsetin, Vladimir Putin, hildið tíðindafund.
Sambært tíðindastovuni NTB hevur fundurin í fyrsta lagi snúð seg um úrslitini av toppfundi í Kasakhstan hesa vikuna.
- Hendingarnar í Ukraina hava onga ávirkan á viðurskiftini í SUS, sigur forsetin.
SUS-londini eru sonevnd sjálvstøðug lond, níggju í tali, sum eru eftir av gamla Sovjetsamveldinum, ið taldi 15 lond.
Á tíðindafundinum varð russiski forsetin spurdur um týskar vápnaveitingarnar til Ukraina fara at ávirka viðurskiftini hjá Russlandi við Týskland í framtíðini.
- Týskland ger eitt mistak við at velja Nato-síðuna til Ukraina, sigur Vladimir Putin.
Á tíðindafundinum takkaði russiski forsetin Erdogan-forseta í Turkalandi fyri leiklutin í samráðingum við Ukraina.
- Vit eru takksom, segði Vladimir Putin.
Russiski forsetin segði eisini, at um Kyiv nú er til reiðar at samráðast, hava Ukraina eisini brúk fyri samráðingarhjálp.
Vladimir Putin helt ikki, at hann hevur fyri neyðini at snakka við amerikanska forsetan, Joe Biden.
Spurdur, um hann fer at luttaka á næsta G20-toppfundinum, segði russiski forsetin, at tann avgerðin er ikki tikin enn.