Pyntaðar grýlur til potta-og tunnusláing í Nólsoy

Í Nólsoy gjørdu tey nógv burtur úr at halda føstulávint um vikuskiftið

Nú facebook avdúkar ein heilan hóp, sæst, at eitt nú í Nóls­oy hava bæði kvinnur og menn sligið pott og tun­nu um vikuskiftið.
Nógv hevur verið gjørt burt­ur úr, og ikki minst kvinn­ur­nar málaðu og pynt­aðu seg til høvið.
Eftir myndum á neti­num at døma hava bæði bindi­klubbar og onnur sligið pott og tunnu í Nólsoy, og katta­kongar eru kosnir, har­av onkur hevur fingið steyp.
Eisini hevur nógv verið gjørt burtur úr mati og ivaleyst onkrum lesk­andi, og í onkrum føri er leskilig­ur matur eisini bílagdur úr Havn.
Í øðrum føri hava tey gjørt pinnamat - við turrari grind, spiki og eplum.
Eftir potta-og tunnu­slá­ing í Nólsoy um vikuskiftið varð skipað fyri grýludansi við harmonikutónum og san­gi til langt út á náttina.