Pyntaðu gestir hjá drotningini

- Tá tú skalt í ball hjá drotningini skulu kjóli, skógvar, hár og make-up ganga upp í eina hægri eind. Tað siga tær báðar Guðrun við Rættará og Poula McGavin, sum leygarkvøldið pyntaðu ein av føroysku gestunum

Øll fólkini, sum vóru boðin við til hátíðarhaldið hjá Margrethu drotning, vóru pyntað upp á stás, soleiðis sum eitt kongaligt ball leggur upp til. Ein av gestunum hetta kvøldið var kona fólkatingslimin Sjúrð Skaale, Súsanna Skaale, sum fjølmiðlarnir dúgliga fotograferaðu á reyða teppinum.

- Vit báðar vildu fegnar vera við til at pynta hana, soleiðis at hon kundi vera tann flottasta kvinnan tað kvøldið. Og soleiðis sum myndamenninir kliktu við teirra myndatólum, so kann ikki annað sigast, enn at Súsanna og hennara look var ein succes, sigur Guðrun við Rættará, sum saman við Poulu McGavin syrgdi fyri kjóla, skóm, háruppsetan og smyrsli hjá Súsonnu Skaale. Tær eru báðar útbúnar hárfríðkanarkvinnur.


Innbjóðingin setti krøv

Á innbjóðingini, sum Súsanna og Sjúrður Skaale høvdu fingið frá danska kongshúsinum, stóð, at allir gestir skuldu vera ílatnir smoking og aftenkjole, men stylistarnir høvdu nakað áðrenn avgjørt, hvat Súsanna Skaale skuldi fara í.

- Saman við Súsonnu avgjørdu vit, at hon skuldi vera í klæðum, sum føroyskir sniðgevar, høvdu gjørt. Tað bleiv so til ein svartan kjóla frá Guðrun & Guðrun, sum kom nakað niður um knøini, uttan ermar, og við einum mynstri ovast, greiðir Guðrun við Rættará frá, sum eisini er systir Súsonnu Skaale. Súsanna Skaale hevði eisini spurt seg eitt sindur fyri um kjóla og hár.

- Eg spurdi fólk, sum eg sjálv haldi hava góðan stíl, og sum hava betri skil upp á sniðgeving enn eg, sigur Súsanna Skaale. Hóast Guðrun við Rættará og Poula McGavin fingu fríar teymar, so hevði Súsanna Skaale onkur krøv.

- Tað skuldi vera føroyskt, originalt og alternativt. Bara eg ikki kom at líkjast einum ljósareyðum marengs, so var fínt, greiðir Súsanna skemtingarsamt frá.

Tá kjólin bleiv valdur til kongaliga hátíðarhaldið, skuldi hann tó lúka nøkur krøv.

- Tú kanst ikki fara í hvat sum helst, tá tað er til eitt so stórt hátíðarhald, sum tað hjá drotningini jú var. Vit ynsktu, at Súsanna skuldi síggja smart og presentabul út, og tískil skuldi kjólin ikki vera ov berur ella ov stuttur í longd, fortelur Poula McGanin.


Vóru væl fyrireikaðar

Áðrenn ferðina til Danmarkar høvdu Guðrun við Rættará og Poula McGavin hugt eitt sindur á ymiskum heimasíðum og í bløðum fyri at finna íblástur til klæðir, hár og smyrsl til Súsonnu Skaale. Tær eru væl nøgdar við tað endaliga lookið.

- Vit ynsktu at blanda eitt 50ara look við onkrum meira modernaðum, so tí bleiv hárið uppsett, og har vóru nøkur føll í eisini, sigur Guðrun við Rættará og leggur afturat, at hon hevði roynt hesa uppsetanina á dóttrini, soleiðis at hon visti, júst hvussu tað skuldi gerast á stóra degnum, tá Súsanna Skaale saman við manni sínum skuldi hátíðarhalda drotningina. Sambært Súsonnu Skaale vóru Guðrun við Rættará og Poula McGavin ógvuliga væl fyrireikaðar.

- Tær høvdu stýr upp á alt. Eg haldi, at tær vóru nógvar ferðir spentari enn eg, so tað burdu verið tær, sum fóru í ballið, sigur Súsanna Skaale og flennir.


Panikkur hoyrir til

Okkurt um tveir tímar áðrenn Súsanna og Sjúrður Skaale skuldu í stóra konsertsalin hjá Danmarks Radio, byrjaðu Guðrun við Rættará og Poula McGavin at seta hár, leggja make-up og finna rætta tilhoyri til kjólan.

- Alt gekk væl, og vit báðar hugnaðu okkum óført við at gera Súsonnu klára, sigur Poula McGavin. Men eitt sindur av panikki var eisini ta einu løtuna í íbúðini, har Súsanna og Sjúrður vóru stødd.

- Brádliga løgdu vit til merkis, at hol var á neilonsokkunum, men til alla lukku høvdu handlarnir ikki latið aftur tá, sigur Poula McGavin frá. Eisini onkrar broytingar komu fyri í evstu løtu.

- Skógvarnir vóru ikki teir heilt røttu, so vit avgjørdu brádliga, at hon skuldi í einar heilt aðrar skógvar. Eisini kjakaðust vit óført, hvør hondtaska hóskaði best til kjólan, sigur Guðrun við Rættará. Tær eru tó báðar samdar um, at alt gekk, sum tað skuldi, og tær fegnast um endaliga úrslitið.

- Eg havi fingið at vita, at tá Súsanna og Sjúrður stillaðu seg framman fyri myndamonnunum á reyða teppinum, bóðu teir Sjúrð fara eitt sindur til síðis, soleiðis at teir kundu fáa myndir bara við Súsonnu á, fortelur Guðrun við Rættará og flennir.


Ein sonn uppliving

Hóast Súsanna Skaale ongantíð áður hevur verið við til eitt so stórt hátíðarhald sum hetta, so kendi hon seg væl millum tey kongaligu, politikararnar og øll hini kendu.

- Sjálvandi var tað rættiliga løgið, at skula ganga á tí reyða teppinum og blíva fotograferað, men eg haldi, at tað var ein fantastisk uppliving, sigur Súsanna Skaale. Eisini fekk hon fleiri jaligar viðmerkingar um kjólan, sum jú var føroysk sniðgeving.

- Fleiri politikarar kendu stílin aftur og spurdu, um tað var ein føroyskur kjóli, tí teir kendu stílin aftur frá sjónvarpssendingini Brotsgerðin, greiðir Súsanna Skaale frá. Sjálv er hon eisini fegin um lookið sum heild.

- Eg vil siga sum so, at eg haldi ongantíð, at eg havi verið so fín. Heldur ikki tá eg giftist, flennir Súsanna Skaale.