Queen umhugsar nýggjan sangara

Adam Lambert bleiv í 2009 nummar 2 í amerikansku sangarakappingini, American Idol. Og síðani hetta hevur hann megnað at skapað sær eitt navn. Rødd hansara er sera væl dámd í USA. Av hesum hevur hann fingið sera nógvar fjepparar. Millum annað ein lim í enska sangbólkinum Queen, ið spældi saman við honum í finaluni í American Idol og til MTV Europe Music Awards í Novembur mánaði.

 

Limirnir í Queen, sum blivu ein færri orsakað av deyðanum hjá Freddie Mercury, eru so bergtiknir av evnunum hjá Lambert, at teir hava ætlanir um at byrja eitt samstarv við hann.

 

- Hann er blivin ein sera góður sangari. Rødd hansara er frálík, og hon kann nýtast á nógvar ymsar hættir. Vit vilja sera gjarna arbeiða saman við honum. Onki er undirskrivað, men vit hava tosað um at gera onkrar konsertir. Hetta sigur trummarin hjá Queen, Roger Taylor, við billboard.com.

 

Leysasøgur ganga um, at Queen er ein av bólkunum, ið skulu spæla til byrjunarhátíðarhaldið, tá ið OL verður í London komandi summar.

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð