Røða um vaksandi fiskivinnusamstarv

Grønlendski fiskimálaráðharrin vitjar í hesum døgum Jørgen Niclasen

John Johannessen


Í gjár kom grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Simon Olsen, við fylgi til Føroya á almenna vitjan hjá Jørgeni Niclasen. Endamálið við vitjanini er, at føra politiskar samrøður um vaksandi fiskivinnusamstarvið landanna millum.

Simon Olsen skal eisini vitja virkir og stovnar saman við Jørgeni Niclasen. Harafturat verður eisini farið onkran túrin at uppliva føroysku náttúruna.

Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer saman við konu síni, Arnajaraq, og báðum embætisfólkunum úr aftur Føroyum fríggjadagin.