Røða á varmakeldu

Røða hildin á helluni á Varmakeldu midnáttarsamkomu. Røðari: Hallbjørg Hansen

Gott kvøld, góðu áhoyrarar, góðu stevnugestir.


Tá tú stendur á einum staði sum hesum ? á helluni beint uttan fyri Varmakeldu, so fært tú kenslu av, at staðið andar av søgu.

Tað finnast fleiri frásagnir um, hvussu fólk í gomlum døgum komu saman her, summi fyri at fáa sær vatn úr kelduni, sum tey trúðu gav heilsubót, ella tóku vatn heim við sær til onkran, ið lá sjúkur heima.

Eisini komu fólk saman her fyri at hitta vinir og kenningar Gomlu Jóansøkunátt, sum er náttin til 4. juli. Tey hildu sær at gaman, slógu ring og nutu hesa ljósu summarnátt úti í Guds fríu náttúru. Høvdu klettarnir kunnað sagt frá, so hevði ivaleyst mong ástarsøgan eisini verið at hoyrt hiðani.

Fyri stuttum var ein málningur av Jógvani Waagstein at síggja í Dimmalætting í sambandi við skriving um Varmakeldu. Hesin sýnir dansiring á helluni, árabátar, ið liggja úti fyri, meðan tú fremst á myndini sært kvinnu koma við ílati við vatni úr kelduni, sum hon rættir manni, ið situr á einum steini tætt við. Tað, sum eg legði serliga merki til á hesi myndini var, at hellan sýntist so stór, tað var nógv betri pláss, enn vit uppliva tað her nú. Hetta fekk meg at hugsa um, at listamaðurin hevur sæð nakað stórt í hesum ? eins og vit ofta minnast aftur á hvussu stórt alt var, tá vit vóru børn ? hvussu stórur kavin var ella okkurt annað, ið tykist so stórt í barnsins hugaheimi.

Uppkallað eftir Varmakeldu er eiðið omanfyri. Eiðið, sum tú kemur upp um, har tú sært tað fyri okkum fuglfirðingar vakrasta og besta stað her á jørð.

Tað var tí heilt náttúrligt, tá fuglfirðingar fingu sína nútíðar stevnu, at teir kallaðu hesa Varmakeldustevnu.

Tað hevur nógv vatn runnið út í fjørðin, síðani fólk byrjaðu at savnast her, og síðani hesin siður bleiv uppafturtikin fyri nøkrum árum síðani, hevur tað ikki bara verið lætt at verið føroyingur. Vit hava verið í einari økonomiskari kreppu í fleiri ár, og eru tað partvís enn.

Vit kunnu tó gleðast um, at tað aftur er farið at ganga rætta vegin, tann byrðan, sum hevur ligið á okkum øllum her á landi nú í fleiri ár, sum eitur bankamálið, uttanlandsskuld og viðurskifti Føroya og Danmarkar ímillum, er munandi lætnað, og er tað sanniliga upp á tíðina, at vit hava fingið avgreitt eitt tílíkt mál sum bankamálið, soleiðis at vit føroyingar kunnu koma víðari, ístaðin fyri at blíva við at tøva uppi í hesum. Vit eiga tó ikki at hóreiggja okkum, sum um at vit hava vunnið stórsigur í hesum máli, uppá kostnað av øðrum borgarum í ríkinum, men heldur at síggja tað sum at vit nú hava avgreitt eitt stríðsmál uppá ein virðiligan máta fyri báðar partar.

Nú er tað so upp til tey ráðandi at finna út av, hvussu vit sum tjóð kunnu gerast bæði politiskt og fíggjarliga sjálvbjargin. Eg trúgvi, at hetta fer at bera til. Vit eiga eitt gott fólk, bæði yngri og eldri, sum eru før fyri at taka tøk.

Tíðir broytast. Viðhvørt gongur væl í einum staði, meðan tað gongur minni væl í øðrum og so umvent. Mær er fortalt, at langomma mín, sum varð fødd í 1868, arbeiddi fisk í Oyndarfirði í sínum ungu døgum. Hon gekk aftur og fram morgun og kvøld fyri eina krónu um dagin í løn. Seinni komu so fiskakjallarar og fiskastykkir her í bygdini, sum góvu arbeiði til konufólkini.

Í 1950-unum vóru nógvar konur eins og menn hiðani og aðrastaðni úr Føroyum, sum leitaðu sær til Íslands at arbeiða í físki, tá lítið og onki var at forvinna í Føroyum. Í sekstiárunum komu so flakavirkini her, sum aftur góvu arbeiði til nógv fólk, og helt hetta fram uttan slit inntil 1993, tá alt fiskaarbeiðið steðgaði upp. Hetta var tískil ógvuliga hart, men sær tað tó nú út til, at hetta arbeiðið er við at taka seg uppaftur ? um tó enn í smáum.

Hetta hevur sjálvandi merkt samfelagið her, og nyttar tað ikki nógv at romantisera hesa tíð, men eg haldi tó at hon í onkrar mátar hevur lært okkum at koma hvørjum øðrum meira við. 80-ini vóru jú merkt av, at ongin hevði tíð til annað enn arbeiði.

Vit hava tó seinastu árini sæð, at vit eiga fólk við hugflogi og áræði, sum hava torað at farið undir nýggjar vinnur, og sum hava prógvað, at tað ber til at framleiða annað enn traditionellar fiskavørur ? tøkk skulu tey eiga fyri tað. Latið okkum tí ikki lata øvundsjúkuna fáa pláss í okkara lítla samfelagi, men lat okkum standa saman og stuðla hvør øðrum.

Skúlaungdómurin er júst liðugur við eina strævna tíð. Húgvan er komin á høvdið og framtíðin liggur opin framman fyri stavn. Eg vil tí nýta høvið at ynskja tykkum og øllum tykkara tillukku og heita á tykkum, um at hugsa um hetta lokalsamfelagið, tá tit skulu taka avgerð um hvat tit víðari skulu takast við, tí uttan ein virknan ungdóm ? bæði so og so ? verður ikki lív lagað.

Tað er ikki sørt, at vit sakna Fuglafjarðar Hornorkestur her í kvøld. Tey plaga jú altíð at seta sín serliga dám á stevnuna, bæði her úti og í bygdini annars, men tá tey nú eru farin á uttanlandsferð, so er tað gott at hava so góðar sangarar, sum bygdin jú er kend fyri.

Nú er hásummartíð, og tey flestu av okkum eru, hava verið ella fara skjótt í summarfrí.

Fleiri leita sær ivaleyst til onnur lond at uppliva ymiskt ? ella bert at slappa av. Hetta er alt samalt gott, men tað fær okkum ofta at gloyma tað vakra vit kunnu uppliva í okkara egna landi, men tá vit hóast alt fáa upp í lag at fara ein gongutúr til fjals ella ein túr við báti kring oyggjarnar, tá uppliva vit veruliga, at ongastaðni er so gott at vera, sum í Føroyum.

Sum nevnt, so eru fuglfirðingar kendir fyri nógvan sang. Eg kom tí at hugsa um tann sangin, sum fuglfirðingar altíð syngja, tá teir koma saman. Tað er sangurin hjá Jóannesi Paturssyni »Boðar tú til allar tjóðir«. Í fyrsta ørindi vísir yrkjarin á »boðið« í Skriftini, sum er tað fyrsta boðið við lyfti, nevniliga »Ær faðir tín og móðir tína, so skal tær gangast væl og tú skal liva leingi í landinum«.

Í seinasta ørindi minnir hann okkum á:

Um nú nýggjar øldir líða,

Halt á somu leið várt starv.

At vit ikki lata svíða

Dugnaloysi til hin arv

Sum vit ervdu fedrum av

Tá skal lyftið sum tú gav

Allar aldur Føroyum tryggja

Føroyingum her at byggja.


Lat hetta minna okkum á, at fara væl um hetta landið og alt tað, sum vit fingu frá fedrunum, so vit knnu lata hetta í góðum standi til børn okkara.

Eg vil við hesum fáu orðum ynskja tykkum øllum eina framhaldandi góða Varmakeldustevnu og eitt gott summar.


Fuglafirði 4.7.98

Hallbjørg Hansen