Tað var nú spell, at eg ikki fekk tað við, tá vit sigldu inn, men nú er onki at gera við tað. Vit eru langt innan fyri bæði Svartasker og Den Smukke Ø, sum liggja á siglingarleiðini.
Soleiðis tekur Jógvan Arge til í einum kapitli í nýggjastu bók síni um teir, sum tóku land í Grønlandi. Hetta er sjeynda og ætlandi næstseinasta bókin í røðini. Hann heldur fram:
Vit eru komnir til seinasta málið á kanningarferðini til føroyskar útróðrarstøðir í Grønlandi. Dagurin er 17. august. Árið er 1996.
Eg má fara upp at hyggja meg um. Tað er slævið veður. Dekkið er vátt, og skaddan hongur niður yvir Føroyingahavnina. Fyrsta sjónin er ein mynd, sum tú oftani hevur sæð. Her frammanfyri tær liggur Nordafar-bryggjan í øllum sínum veldi - sum var.
Í syðra endanum stendur tann stóra saltgoymslan, og síðani kemur ein røð av hvítum og reyðum bygningum framvið bryggjuni. Taki myndatólið fram og taki fleiri myndir av hesum waterfrontin, sum fyrr var so spennandi.
Kranarnir koppaðir á sjógv
Vit hava ikki lagt at bryggjuni, men kastað akker. Og tað hevur sínar grundir. So lítið er eftir av tí meir enn 200 metrar longu bryggjuni, at ikki er ráðiligt at fara ov nær.
Bert tað innasta hornið undir tí gamla frystihúsinum er nøkurlunda heilt. Á restini á bryggjuni er tann parturin burtur, sum hevur staðið uttast móti sjónum, og atløguveggurin er farin saman veg. Tí er bryggjan eisini ógvuliga smøl í støðum.
Teir báðir stóru kranarnir, sum hoyrdu til bryggjuna og leingi vóru sum varðtekin fyri Føroyingahavnina, eru heldur ikki at síggja longur. Av góðum grundum. Annað sporið, sum teir koyrdu eftir, er burtur, og teir eru koppaðir á sjógv.
Sjálvt um Føroyingahavnin hendan augustmorgunin í 1996 er ógvuliga slitin á at líta, og tann hvíta og reyða málingin er bliknað á øllum húsunum framvið bryggjuni, so er hon sær sjálvari lík og goymir manga søguna úr farnari tíð.
Handilin á Himmafjallinum
Sjálvur handilin hjá Nordafar, sum var í neðra á Himmalfjallinum, var ein søga fyri seg. Har var alt møguligt at fáa, og hagar var nógv ferðsla, tá skip vóru inni. Sjómenn kundu har fáa alla ta útgerð og øll tey klæðir, sum teimum tørvaði í Grønlandshavinum.
Teir kundu eisini fáa fototól og filmar eins og tól til at taka film við. Eini trý fólk arbeiddu í handlinum, og ofta var ein teirra so kønur í myndatøku, at hann framkallaði filmir, sum menninir høvdu tikið. Latst tú inn í dag, fekst tú myndirnar í morgin.
Norðmaðurin Kragseth úr Sunnmøre var eitt skifti í handlinum. Hann tosaði føroyskt og norskt hvørt um annað: "Vit hava omtrent alt møguligt at selja. Vit hava also klæðir, vi har sko, vi har sølvtøj, fiskeredskaber, mat, vi har chokoladu og alt, som gott er", greiddi hann frá.
Í handlinum vóru eitt nú dámutaskur at síggja. Hetta var ikki tað fyrsta, teir høvdu keypt inn, men sjómenninir vildu hava okkurt til konufólkini, tá teir fóru heim, og hetta var ein møguleiki.
Har vóru eisini nógv bomm at síggja. Kragseth nevndi, at sølan hetta árið hevði verið góð. Teir vóru ikki komnir longur enn til endan av juni, og høvdu hvørki karamellir ella konfekt eftir. Tilsamans helt hann, at teir høvdu selt eini fýra tons av góðgæti, og tá gjørdi hann ikki av.
Politibarakk og grønlendingahús
Nakað omanfyri flakavirkið stóð tann dupulta grundin undir einum húsum, sum tey plagdu at rópa Politibarakkin. Miðskeiðis í trýssunum var so nógv ferðsla í Føroyingahavnini og stundum so nógv fólk har, at myndugleikarnir hildu tað vera rímuligt at hava ein politist við føstum tilhaldi í Føroyingahavnini um summarið.
Politibarakkin var bygd sum tvíhús, og í henni høvdu eisini formenn hjá Nordafar innivist. Í fýrsunum brann hon í grund.
Uppi undir einum lítlum heyggi stóðu tvey grønlendingahús, teir róptu. Har plagdu grønlendingar, sum arbeiddu hjá Nordafar, at hava innivist fyri seg sjálvar
Ein søga millum føroyingar í Føroyingahavnini var, at grønlendingarnir høvdu altíð ein kóp liggjandi undir songini. Tá svongd kom á teir, drógu teir kópin út á gólvið og fingu sær burtur av honum. Og so skumpaðu teir hann inn undir aftur til næstu ferð.
Fjarrit til Alfred Gøtuskegg
Omanfyri heyggin stóðu fýra reyðar barakkir við útsýni yvir á sjómansheimið og út á Missioner-víkina. Eins og í teimum niðaru barakkunum búðu arbeiðsmenn og útróðrarmenn her.
Var inni í hvørjum húsi hendan dagin. Í hesum barakkunum vóru rúmini hampilig til støddar. Har vóru skáp, summastaðni var eisini vask. Har vóru song og náttborð. Elektriskur streymur hevði eisini verið inni, men nú var kaðalin dottin niður.
Í einum náttborði lógu nøkur pappír. Eg loyvdi mær at kaga í tey. Jú, hetta vóru fjarrit úr Føroyum til ein gøtumann við tí ramliga navninum, Alfred Gøtuskeggi, sum fylti seksti ár her í 1983.
Hugsaði, at tað var løgið, at eg skuldi hitta hann aftur her. Ørmintist um, at eg seinast hevði hitt hann til fótbóltsdyst á Heden í Gøteborg í 1978, og at hann seinni hevði lagt beinini har.
Sum 15 ára gamal hevði eg eisini hitt hann til fótbóltsdyst uttanlands. Tá var eg í Vestmannaoyggjunum við dreingjaliðnum hjá HB. Teir føroyingarnir, sum settu seg í samband við okkum har, vóru ikki nógvir, men mær rann í huga, at ein teirra var Alfred Gøtuskeggi.
Síggi fyri mær tann lítla spíska hattin, yvirskeggið og tær svørtu leðurgaggurnar, sum eyðkendu hann.
Hann fekk fleiri fjarrit á 60 ára degnum og hevði lagt tey í sína bestu goymslu, skuffuna í náttborðinum, men hevði ikki fingið tey við, tá hann fór heim um heystið. Tí stóð eg við teimum í hondini, og visti ikki reiðiliga, hvar eg skuldi gera við tey.
Endin var, at eg tók tey upp á meg. Kanska hevði familjan áhuga fyri teimum.
Portugisarar í Føroyingahavnini
Føroyingahavnin neyt gott av øllum tí virksemi, sum ein altjóða fiskiskipafloti hevði úti á bankunum. Hon var væl útgjørd at tæna flotanum. Í Føroyingahavnini bar til at hitta fólk frá øðrum skipum.
Serliga tey fyrstu árini plagdi tann norski flotin at koma inn at halda tjóðardagin 17. mei á Vælferðarhúsinum, og sum fráleið varð eisini ólavsøka hildin í Føroyingahavnini við ymsum tiltøkum sum fótbólti, togtogan og posarenning
Árliga afturvendandi vóru vitjanirnar hjá teimum portugisisku doriuskipunum. Tær kundu vera heilt spennandi. Hetta vóru stórar trímastraðar skonnartir og onnur nýggjari skip, sum vóru bygd á annan hátt.
Skipini komu vanliga bara inn einaferð um summarið at taka útgerð umborð. Tey komu ofta eini 8-10 skip í senn. Manningin á hvørjum skipinum var útivið 100 mans, so tað vóru dagar á hásumri, tá einir 1000 portugisarar vóru í Føroyingahavnini.
Útróðurin hjá teimum var eisini serligur. Ein maður var í hvørjari doriu. Tær høvdu tvær árar og segl. Føroyingarnir høvdu mangan á orði, at teir høvdu ikki torað niður í doriurnar sjálvt inni við kei í Føroyingahavnini, tí tær sóu ikki serliga sjógóðar út, men tær royndust betri enn tær sóu út til. Onkuntíð sóust tær úti til sjós í ringum veÝri.
Doriurnar vóru bygdar soleiðis, at tær kundu setast niður í hvørja aðra. Tá skipini komu inn, vóru doriurnar settar akkurát, sum tá stampar verða settir niður í hvønn annan. Bekkirnir vóru tiknir úr.
Portugisisku fiskimenninir vóru ikki altíð so væl klæddir. Teir vóru stundum grammir at fáa fatur á góðum klæðum, men høvdu ikki nógvar pengar at keypa fyri.
Ikki var óvanligt, at føroyingar lótu teir fáa eina góða troyggju aftur fyri okkurt at drekka. Tá føroyingarnir komu heim aftur við ongari troyggju, kundi søgan vera, at troyggjan brendist, tá hon skuldi turkast á tangatoppinum.
Læntu bøkur á Sjómansheiminum
Løtur vóru, tá menn í Føroyingahavnini og umborð á skipunum kundu taka sær eitt sindur av løttum. Tað sæst eitt nú av, at Føroya Landsbókasavn sendi Sjómansheiminum bøkur at læna út.
Hetta byrjaði í 1956, og tær seinastu bøkurnar eru ikki bornar aftur enn. Á rundferð míni í Føroyingahavnini endaði eg inni í húsunum hjá vetrarvaktini.
Í erva sá ikki væl út, tí leki var í takinum, og ófriðarkroppar høvdu verið og velt alt runt, sum inni var, men í dunganum fann eg tvær bøkur við merkinum hjá Landsbókasavninum á rygginum.
Tær vóru "Feðgar á ferð" eftir Heðin Brú og "Fiskimenn" eftir Martin Joensen. Seinast stemplaðar í 1984, men nú var ongin at bera tær aftur til á Sjómansheiminum.
Í somu rúgvu lá eitt eintak av bókini "Havið og vit" eftir J. Símun Hansen, um Norðoya fiskivinnusøgu, sum var givin út í 1960.
Navnamerkið hjá stjóranum á Grønlandsfelagnum, Heina á Trøðni, stóð í, men strikað var út yvir tað. Á onkrari av sínum ferðum í Føroyingahavnini hevði hann latið bókina liggja eftir til onnur at stytta sær stundir við.
Eisini hon hevði nú útint sín leiklut í Grønlandi.
---
Teir tóku land 7 eftir Jógvan Arge er góðar 200 síður og prýdd við 150 myndum og kortum. Anker Eli Petersen hevur teknað permu og kort, og Hestprent hevur umsitið bókargerðina.