Fótbóltur
Tað er ikki frítt, at fótbóltshýrurin í Fuglafirði er fyri uppgangandi. Eftir at ÍF í fjør spældi seg upp aftur í bestu deildina, hava teir í ár sýnt spennandi taktir í steypakappingini, og hóast landskappingin ikki hevur givið eins góð úrslit, so tykjast vónirnar kring vøllin framvegis at vera stórar. Nakað sum eisini endurspeglaðist í uppmøtingini, nú meistararnir úr HB komu á vitjan Kristi himmalferðardag.
Ovurstór virðing
Men stóran part av fyrra hálvleiki máttu vónríku heimaáskoðararnir smyrja seg við, at hetta við at hitta meistararnar var ein ov stórur gloypibiti. Hóast eina optimistiska byrjan, har fuglfirðingarnir royndu at vera við til at mynda dystin, so gekk tað alt meira tann vegin, at talan gjørdist um eitt einvíst HB-trýst. Eftir fyrsta korterið ella har á leið fall heimaliðið alt ov langt aftur á vøllin, soleiðis at Bartal og Magni ? tá hesir vóru frammi í álopinum ? vóru alt ov einsamallir, og tí fekk HB at kalla hvørja ferð fatur í returbóltunum, soleiðis at nýtt álop kundi byrja.
Tað gekk tó leingi, áðrenn HB fekk nakran veruligan møguleika burturúr yvirvágini. Eitt skjótt tikið innkast, tá ÍF-verjan snorksvav, tóktist vera tað nærmasta, men ta ferðina stórbjargaði Karsten Joensen royndini frá leysa Rúna Nolsøe.
Tað tóktist tó greitt, at tað fyrr ella seinni fór at kasta mál av sær, og stutt undan steðginum fekk HB so forloysingina. Fyrst brakaði Heðin á Lakjuni eitt dundurskot á undirsíðuna av tvørtrænum, og Rógvi Jacobsen so sendi returin innaftur, kundi Rúni við høvdinum bera í bøtuflaka fyri misnýtta risamøguleikan.
Tað skal tó eisini nevnast, at umframt spakliga ÍF-spælið, so arbeiddu gestirnir í sínum lagi sera væl. Serstakliga sótu markeringarnar tætt á miðvøllinum, soleiðis at ÍF lítið og einki hevði at geva av, og á hendan hátt fekk HB tað trýstið báðar vegir, sum teir hava havt so stórt gagn av seinnu árini.
Vertirnir mentust
Eftir steðgin broyttist spælbýtið. HB tók seg nakað meira aftur á vøllin, nú teir høvdu eina leiðslu at verja, og hetta gav líka sum fuglfirðingum trúnna uppá, at teir kundu vera við til at mynda dystin.
Teir fluttu nú eisini meira fólk fram á vøllin, og tó at opnu málmøguleikarnir vóru fáir, so bylgjaði dysturin meira aftur og fram.
Serliga tóktist HB verjan at koma undir trýst, tá tað eydnaðist fuglfirðingunum at koma ígjøgnum í síðunum, soleiðis at bóltar kundu sendast móti høvdinum á Bartali, og tað var júst eftir slíkt uppspæl, at ÍF fekk sín størsta møguleika. Bartal fekk við høvdinum stýrt bóltinum móti handaru stong til ein púra leysan Bárð á Lakjuni, men Pól kom væl út úr málinum, soleiðis at hálvfluktarin hjá Bárði kom í krovið á málverjanum.
Heilt so væl stóð Pól seg ikki nakað seinni, tá ÍF átti fríspark í høgru. Áki Petersen sendi innfyri, og HB?arni mundu halda vandan vera av, tá Pól róptieitt hart »havi«. Málverjin hevði tó mistikið seg fullkomuliga, og hann mundi draga andan nakað nógv lættari, tá bólturin tók í handaru stong fyri síðani at fara út aftur í spælið.
Heine punkteraði dystin
Vertirnir mundu nú kenna á sær, at eitt útjavnandi mál als ikki var ómøguligt, men so var tað, at HB sýndi eginleikararnar hjá stóru liðunum. Talan var um misskiljing millum verju á málmann, tá Rógvi Jacobsen slapp ímillum, so hann kundi prika bóltin fram við málverjanum, har ein púra leysur Heine Fernandez kundi rulla í tóma málið.
Hetta punkteraði endaliga dystin, og tó at ÍF aftur royndi at trýsta, so gjørdist tað sjáldan til meira enn eina hálvhjartaða roynd. Ein hampuliga stóran møguleika høvdu teir í seinastu minuttunum av yvirtíðini, men sum so kundi tað gera tað sama, um hesin fór inn ella ikki. Stigini høvdu kortini farið til Havnar. Fyrst og fremst tí HB í nógv størri mun sýndi dygdirnar, sum eitt oddalið skal hava, og tí at fuglfirðingarnir í ov langa tíð tóktust mest sum imponeraðir av stóru mótstøðuni.