Ræddir roykjarar leggja av

Eitt danskt sjónvarpsátak, sum hevur til endamáls at ræða fólk frá at roykja, hevur fingið nógvar roykjarar at hugsa seg um. Boðskapurin í átakinum er, at hvør einasta sigarett er skaðilig, og hann hevur virkað, skrivar DR.

Síðani átakið byrjaði, hava umleið 1.200 fólk ringt til ta serligu tænastuna, sum hjálpr fólki, sum vilja hava hjálp til at gevast at roykja, og tað er 10 ferðir fleiri enn frammanundan.

Jacob Axel Nielsen, heilsumálaráðharri, er væl nøgdur við, at so mong fólk tykjast hava tikið átakið í álvara, og hann væntar, at fleiri slík átøk við ógvusligum og ræðandi myndum koma afturat seinni.

Hagtøl vísa, at ein triðingur av teimum, sum ringja til ta serligu hjálpartænastuna, leggja av at roykja.