– Í ár er Sement fyri allar tónleikarar í Føroyum

Í ár vinna bæði nummar 1,2 og 3 studiotíð við teknikkara

Tónleikakappingin Sement verður aftur í ár, og í tí sambandi leita fyrireikararnir eftir luttakarum.

– Ert tú tónleikari og droymir um at spæla á G! ella á Summarfestivalinum? Ella hvat við at fara í studio, taka upp og vísa verðini, hvat tú hevur at bjóða uppá? Jamen, so eru góð ráð bílig, tí nú fært tú møguleikan til alt hatta! Tað einasta tú skal gera, tað er at melda teg til Sement 2021, siga fyrireikararnir.

– Í ár er Sement fyri allar tónleikarar í Føroyum. Tað er líkamikið, um tú ert 15 ella 95 ár, ert royndur ella óroyndur, eitur Eivør ella Lítla Rúm. Øll eru vælkomin at luttaka. Og vinningarnir í ár eru betri enn nakrantíð. Í ár vinna bæði nummar 1,2 og 3 studiotíð við teknikkara.

Reinsaríið burturlutar eisini ein vinning, sum er óheftur av dómarapanelinum.

– Hesin vinningurin kallast “skump í reyvina”, sum er okkara máti at veita eina hjálpandi hond. Og hesin vinningurin verður eisini studiotíð, siga Sement-fyrireikararnir.

– Umframt alt hetta, so verða umboð frá G! og Summarfestivalinum eisini til staðar, har tey møguliga fara at velja akkurát teg at spæla á teirra festivali.