Úr Føroyahúsinum í Keypmannahavn: Politikkur og list

TíÐindaskriv

Valið er av og samgongan fingin í lag. Men hvør verður polititikkur teirra? Eisini er stóra verkætlanin Nordatlantisk Kulturfestival komin upp undir land og lagt verður fyri fríggjadagin 17. mei við fernisering.

Pallborðsfundur um framtíð Føroya. Týskvøldið 14. mei verður pallborðsfundur kl. 19 ella beint eftir døgverðan hetta kvøldið, sum er ræstur fiskur við garnatálg. Hesu ferð sita fólk við pallborðið, sum hava verið uppi í orðaskiftinum og havt sína hugsan um politisku viðurskiftini heima. Sjúrður Skaale, Virgar Dalsgaard og Flóvin Eidesgaard. Sjúrður er væl kendur í politikki heima, serstakliga við blaðnum Fregnir. Eisini er hann skrivari hjá Torbjørn Jacobsen. Virgar er lærari og hevur í mong ár fylgt við og verið uppi í orðaskiftinum um føroyskan politikk. Javnaðarmaður um ein háls og er á sambandsvonginum. Flóvin er ungur maður og væl kendur millum lesandi fólki. Hann er eisini javnaðarmaður, men á sjálvsstýrisvonginum.
Ætlanin er at fáa eina mynd av politisku støðuni, nú løgtingsvalið er av. Eitt er hvør skipar samgongu - tað vita vit nú - og eitt er mið og mál teirra. Men hvørji mál er átroðkandi at fáa loyst og hvussu eru búskaparligu útlitini? Er nýggja samgongan brynjað at taka upp á seg at loysa málini og laga búskaparligu gongdina, so at sum frægast fæst burturúr? Og sjálvandi skal tátturin um ríkisfelagsskapin takast upp, men eisini spurningurin um Føroyar og EU. Stórur partur av ríkinum er uppi í EU.
Áhugin millum føroyingar niðri fyri politikki og gongdini heima er góður. Tó munna mong kenna seg vera áskoðarar til ein leik, sum tey ikki kunna vera við í, tí tey hava valt at vera útisetar. Men lat tað so vera sagt, at hjá mongum hevur einki verið at valt ímillum, tí fóru tey heiman.
Gott og væl hálvtannaðhundrað fólk vóru samankomin til valfuundin fyri valið. Fundurin var góður, men heldur linligur. Valkvøldið komu minst líka nógv fólk inn á gólvið at lurta eftir valsendingum og hugna sær nakrar tímar.

Stóra mentanrtiltakið úr barkastokki
Í eitt ár hava tey trý mentanarhúsini í Keypmannahavn: Jónshús, Grønlendska Húsið og Føroyahúsið, fyrireika eina mentanarstevnu, sum verður 23. til 26. mei. Hetta hevur verið sagt frá í bløðunum og eisini í útvarpinum. Nú er skráin komin út og heimasíðan mest sum fullfíggjað. Hon eitur www.nordatlant.dk. Har finnur ein skránna og alt tað, sum hendir her á leið um tað mundið.
Av føroyskum tilfari skal serstakliga nevnast:
Kabarett, sum Eyðun Jóhannesen skipar fyri 23. mei við fimm føroyskum sjónleikarum,
Vísusangur og føroyskur dansur við Hanus Jóhansen og Fótatraðk. Klassiksur sangur við Ernst Dalsgarð.
Kórsangur við Húsakórinum, Mpiri kórinum og Kallakórinum Lítla
Bókmentakvøld við Jógvan Isaksen og Hanusi kamban
Føroyskt bátasmíð við Hanus Jensen, handverk við Henning Thomsen og Nicolinu Beder. Bátaróður við Tvørábátinum og tveimum bátum úr Neystinum. Postverkið hevur stóra frímerkjaframsýning
Listin er longri enn so, men verður tað ov drúgført her. Vón okkara er at fólk bæði landsmenn og danir hyggja framvið og fáa eitt sindur burtur úr hesum stóra tiltaki.
Listaframsýning á Bryggen - Norðurbryggjuni
Hóast bygningurin ikki er liðugur, men enn stendur tómur, er hann væl egnaður til framsýningar. Longu fríggjadagin 17. mei kl. 16 letur listaframsýningin hjá mentanarstevnuni upp harúti, Strandgade 100 C. Føroysku listafólkini eru Amariel Norðoy, Vígdis Petersen og Hanne Bjartalíð. Harafturat eru trý íslendsk og tvey grønlendsk listafólk við. Undir ferniseringini verðu leskiligur pinnamatur, tónleikur og røða.
Øll eru væl komin til bæði ferniseringina fríggjadagin 17. mei og til fyrilesturin um føroyska, íslendska og grønlendska list, sum verður á Bryggen týskvøldið 21. mei kl. 19. Tá fer vegna føroyska partin Kinna Poulsen listsøgukvinna at greiða frá. Hetta kvøldið syngur bæði okkara stóra Húsakór og vísusangarin Stanley Samuelsen harúti.
Hósdagin 23. mei kl. 16 verður mentanarstevnan sett á Kongens Nytorv við kórsangi, trummudansi og føroyskum dansi. Vígdis Finnbogadóttir fer at røða. Av torginum verður dansað og kvøðið oman í Huset í Magsstræde, Rådhusstræde 13, til reseptiónina. Har stendur Hansu Jensen longu og smíðar eitt fýramannafar og á 1. hædd er frímerkja-framsýningin. Nikolina Beder og Henning Thomsen farin til verka. Føroyskt øl fæst við diskin og uppi í matstovuni fara tey m. a. at hava kjálkafisk og kalva á matkortinum.
Dyrnar eru opnar. Væl komin innar.